Mattias Heðinsson Lamhauge hevur skrivað undir við FC Fredericia, sum spælir í næstbestu donsku deildini.
24 ára gamli landsliðsmálverjin hevur bundið seg at spæla við felagnum til á sumri 2026.
(Mynd: Sverri Egholm)
- Vit hava fylgt Mattias í longri tíð, og vit gleða okkum at fáa hann inn í hópin, har hann fer at kappast við Frederik Mehder, sigur Stig Pedersen, stjóri í FC Fredericia.
Frederik Mehder hevur verið fyrstimálverji hjá Fredericia seinastu tíðina. Í 2020 vardi hann málið hjá TB í Betrideildini.
Mattias Lamhauge hevur verið fastur málverji hjá B36 seinastu árini, og á Fótbóltsgalla í gjárkvøldið var hann kosin ársins málverji.
Tað er longu greitt, at Bjarti Vitalis Mørk skal avloysa Mattias Lamhauge í B36.
(Mynd: Fcfredericia.dk)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald