Fótbóltur

Landsliðspakkin útseldur

Umleið 1.000 pakkar eru seldir.

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-19 19:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Stórur áhugi er fyri heimadystunum í komandi EM-undankapping hjá monnum. Føroyar eru í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Noreg, Rumenia og Malta.

Fyri viku síðani varð ”Landsliðspakkin”, ið gevur atgongd til allar fimm heimadystirnar, settur til sølu í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF, og á middegi týsdagin var útselt.

Umleið 1.000 pakkar eru seldir.

Nær restin av atgongumerkjunum verða sett til sølu, er ikki endaliga avgjørt enn, men vætandi eini tríggjar mánaðar undan hvørjum dysti, skrivar FSF á heimasíðuni.

Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini verða ímóti Malta og Rumenia. 23. mars spæla Malta og Føroyar á Ta’Qali Stadion á Malta, og tríggjar dagar seinni tekur Rumenia ímóti á Dr. Constantin Radulescu Stadion í Cluj.

Leikskráin

23. mars

Malta – FØROYAR

Svøríki – Rumenia

Spania – Noreg

26. mars

Malta – Spania

Noreg – Svøríki

Rumenia – FØROYAR

7. juni

FØROYAR – Spania

Noreg – Rumenia

Svøríki – Malta

10. juni

FØROYAR – Noreg

Malta – Rumenia

Spania – Svøríki

5. september

FØROYAR – Svøríki

Noreg – Malta

Rumenia – Spania

8. september

Spania – FØROYAR

Rumenia – Malta

Svøríki – Noreg

12. oktober

FØROYAR – Rumenia

Malta – Svøríki

Noreg – Spania

15. oktober

FØROYAR – Malta

Rumenia – Noreg

Svøríki – Spania

15. november

Noreg – FØROYAR

Rumenia – Svøríki

Spania – Malta

18. november

Malta – Noreg

Spania – Rumenia

Svøríki – FØROYAR

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder