Seinastu mongu árini hava tær verið týðandi spælarar í stóru føroysku menningini, og í summar skifta tær til stórfeløg í ávikast Rumenia og Montenegro - Champions League-vinnarar innanfyri seinastu 10-12 árini.
Í annaðkvøld er týðandi EM-undankappingardystur á skránni við Tjarnir, og klokkan 11 í dag vitja Súna Krossteig Hansen og Pernille Brandenborg rásarúmið hjá FM1.
Har fara tær at seta orð á uppgávuna, sínar flytingar, hava eina spurnarkapping og annað.
Tit hava eisini møguleika at seta dám á sendingina við at senda boð á tlf. 559999. Har kunnu tit tippa úrslitið í morgin ella spyrja onkrar spurningar.
Øll SMS-boð eru við í lutakastinum um tvey dystararatgongumerki til Føroyar-Portugal mikukvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald