Nýggja kappingarárið í hondbólti nærkast í Føroyum og uttanfyri landoddarnar, og 13. - 16. august spæla feløg úr fýra ymiskum londum venjingarkapping við Tjarnir.
Talan er um størstu kapping av sínum slagi higartil í Føroyum, og í Wenzel Nordic Cup eru føroyingar á hvørjum liði:
H71: Føroyskir greipuvinnarar
THW Kiel, Týskland: Elias Ellefsen á Skipagøtu
GOG, Danmark, Óli Mittún
Valur, Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi
Fyrstu dystirnir verða spældir hóskvøldið, tá GOG og Valur bresta saman, áðrenn Elias Ellefsen á Skipagøtu skal spæla móti barndómsfelagnum og millum annað yngsta beiggjanum klokkan 20.
Hoyr eisini: - Í Kiel tíma teir eisini væl at spæla móti H71
(Mynd: Eventz Føroyar)
Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og teir koma úr Íslandi í morgin, mikudagin, meðan Óli Mittún og hinir koma úr Danmark.
Les eisini:
Óli Mittún: Trúgvi ikki eg verið ferðaleiðari í Føroyum
![]()
Bjarni í Selvindi og Allan Norðberg eru íslendskir meistarar - teir skulu royna seg móti teimm føroysku og sterkari altjóða mótstøðu
Kiel-ferðalagið verður í Føroyum nakrar tímar undan dystinum móti H71 hóskvøldið.
Portalurin fer at gera nógv burturúr kappingini við myndum, samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald