Fótbóltur

Landsliðsúttøka í morgin fyrrapart

Eli Hentze, hjálparvenjari, fer í morgin at seta navn á teir, sum verða úttiknir til teir báðar landsdystirnar í oktober. Eisini verður U21-landsliðið úttikið.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-26 19:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánadagin 27. september klokkan 10:00 verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum í samband A-landsliðsúttøkuna til HM-undankappingardystirnar hjá monnum móti Eysturríki og Skotlandi, og U21 EM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedónia og Ukraina.

Vanliga er tað Håkan Ericson, ið kunngerð hópin hjá A-landsliðnum, men hesaferð liggur ikki fyri hjá landsliðsvenjaranum at vera hjástaddur. Í staðin verður tað Eli Hentze, hjálparvenjari, ið kemur at seta navn á teir, ið verða úttiknir til dystirnar í oktober mánað.

[object Object]Eli Hentze (Mynd: Jens Kr. Vang)

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. Báðar dagar byrja dystirnir klokkan 19:45.

Men áðrenn A-landsliðsúttøkuna, fer Sámal Erik Hentze, U21-landsliðsvenjari, at kunngerða hópin til EM-undankappingardystirnar móti Norðurmakedónia, sum verður í Klaksvík hósdagin 7. oktober klokkan 14, og til dystin á útivølli móti Ukraina, sum verður 12. oktober.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder