Fótbóltur

Landsliðsúttøka mánadagin

Mánadagin verður skipað fyri tíðindafundi, har Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum, fer at kunngera hópin til Baltic Cup 2024 í juni.

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson, A-landsliðsvenjari hjá monnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-24 08:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Fyrst Estland, og síðani annaðhvørt Lettland ella Litava verða føroysku mótstøðulondini, tá A-landsliðið við monnum í komandi mánað skal spæla tveir altjóða FIFA-skrásettar landsdystir.

Manslandsliðið skal taka lut í Baltic Cup 2024, ið er ein fýralandakapping millum tey trý baltisku londini, Estland, Lettland og Litava, umframt eitt gestaland, og í ár eru Føroyar bodnar við. Kappingin verður skipað sum tvær hálvfinalur, og síðani eru finalan og dysturin um 3. og 4. plássið á skránni.

Hálvfinalurnar verða spældar leygardagin 8. juni. Í Tallinn í Estlandi spæla Estland og Føroyar, og í Riga í Lettland møtast Lettland og Litava. Finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða týsdagin 11. juni.

Hóast hetta er fyrstu ferð, at A-landsliðið við monnum er boðið við til Baltic Cup, er talan kortini ikki um eina ókenda kapping fyri føroyskan landsliðsfótbólt. Kvinnulandsliðið hevur í fleiri umførum tikið lut í Baltic Cup, og harafturat hava nøkur av okkara ungdómslandsliðum við gentum eisini luttikið.

Men hvørjir verða so teir, ið skulu umboða føroyska A-landsliðið við monnum í Baltic Cup 2024. Tað fer landsliðsvenjarin, Håkan Ericson at kunngera á tíðindafundi, sum verður í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 27. mai klokkan 10:00.

Tíðindafundurin og ymiskt annað í sambandi við landsliðsúttøkuna verður at hoyra beinleiðis á FM 1, og eisini verður møguleika at fylgja við á Rás 1 í Televarpinum.

Næst eftir Baltic Cup er UEFA Nations League, sum er á skránni í heyst. Føroyar eru í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Dystirnir vera spældir í september, oktober og í november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder