- Mánadagin 28. august klokkan 10:30 verður tíðindafundur í FSF-húsinum. Á fundinum luttaka Eyðun Klakstein, Håkan Ericson og Christian Andreasen
Hesum boðaði Fótbóltssamband Føroya frá í gjárkvøldið.
At høvuðsvenjararnir hjá A-landsliðnum og U21-landsliðnum luttaka, er í samband við at nógvur landsliðsfótbóltur er á skránni í komandi mánað. A-landsliðið við monnum og U21-landsliðið spæla í alt fýra EM-undankappingardystir í september.
Hósdagin 7. september spælir manslandsliðið á útivølli móti Póllandi, og sama dag skal U21-landsliðið royna seg á útivølli móti Belarus.
Tríggjar dagar seinni, sunnudagin 10. september klokkan 17:00, fær A-landsliðið vitjan av Moldova á Tórsvølli, og týsdagin 12. september klokkan 18:00 tekur U21 ímóti Kroatia á Djúpumýru í Klaksvík.
Hóparnir til hesar dystirnar skulu kunngerast, og sum vant er ein ávísiur spenningur um serliga A-landsliðshópin. Tíðindafund í FSF-húsinum verður í morgin, mánadagin 28. august klokkan 10:30.
Síðani skrivar Fótbóltssamband Føroya bara, at "harafturat luttekur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya eisini á tíðindafundinum".
Útfrá hesum ber til at gita og meta um, at talan er um sáttmálaviðurskiftini millum Håkan Ericson og FSF. Sáttmálin gongur út við ársenda, men sviin hevur váttað fyri svenskum miðlum, at hann hevur fingið bjóðað nýggjan sáttmála.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald