Fótbóltur

Landsliðsúttøkur í morgin

U21 landsliðið hevur tveir EM-undankappingardystir, og A-landsliðið hevur tveir Nations League dystir í september.

Håkan Ericsson, A-landsliðsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericsson, A-landsliðsvenjari (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-25 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Heilt fitt av landsliðsvirksemi er á skránni í næstum, og millum annað skulu bæði U21 og manslandsliðið undir nakrar spennandi uppgávur í september mánað.

Fyri U21 er talan um tveir EM-undankappingardystir, sum verða á útivølli hósdagin 5. september móti Kroatia, og við Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 10. september klokkan 17:30 móti Grikkalandi.

A-landsliðið hevur eisini tveir spennandi avbjóðingar á skránni í komandi mánað, nú menninir fara undir sína fjórðu UEFA Nations League kapping.

Leygardagin 7. september klokkan 14:00 spæla Føroyar og Norðurmakedónia á Tórsvølli, og týsdagin 10. september spæla Lettland og Føroyar á Skonto stadion í Riga. Fjórða landið í bólkinum er Armenia.

Í hesum sambandi bjóðar Fótbóltssamband Føroyar fjølmiðlum og øðrum áhugaðum til tíðindafund í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 26. august klokkan 10:00.

Á tíðindafundinum fer Eyðun Klakstein at kunngera U21-hópin til dystirnar móti Kroatia og Grikkalandi, og síðani fer Håkan Ericson at kunngera hópin hjá manslandsliðnum.

Umframt U21 og manslandsliðið, hava U16, U17 og U19 dreingir, og U15 og U19 gentur eisini altjóða uppgávur í komandi mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder