2018-10-14 17:47
Føroyska liðið kom væl út í 5-4-1 leikskipanini, men eftir nakrar góðar føroyskar støður sló Kosovo til við sínum fyrsta skoti. Talan var um eitt dreymahøgg úr 25 metrum frá vinstrakantinum, Milot Rashica.
Føroyar hava annars havt gott tak á Kosovo, ið ikki er komið til nakað útyvir málið. Føroyska liðið hevur til tíðir skapt støður umkring brotsteigin hjá útiliðnum, og tíggju minuttir fyri hálvleik var René Shaki nær við, tá hann royndi seg við stútara.
Føroyar – Kosovo (0-1)
8. min 0-1 Milot Rashica
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Milot Rashica legði Kosovo á odda longu eftir 8 minuttir (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald