Í borðtennis vórðu kappingarnar í einmans og -kvinnuleiki avgjørdar í dag. Men her eydnaðist tað ikki føroyingum at blanda seg í heiðursmerkjastríðið.
Í einmansleiki náddu Albert Weihe Wolfsberg og Fróði Fríðason Jensen fram til 1/8-finalurnar, har Albert tapti 8-11, 5-11, 4-11 móti einum leikara av Isle of Wight og Fróði tapti 7-11, 9-11, 4-11 móti leikara av Guernsey.
Í einkvinnuleiki náddi Henrietta Nielsen fram til fjórðingsfinaluna, men fekk her harða mótstøðu frá Alice Edwards av Guernsey, sum vann 11-4, 11-4, 8-11, 11-5, 6-11, 11-7.
Í 1/8-finaluni vann Henrietta 3-0 móti einum leikara av Isle of Wight, meðan Durita Fróðadóttir Jensen tapti 3-0 móti einum álendingi.
Í morgin eru tvíleikir á skránni í borðtennishøllini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald