2019-10-28 15:07

Tá tað í morgun varð kunngjørt at Lars Olsen, sum seinastu átta árini hevur verið føroyskur landsliðsvenjari, nú verður venjari hjá superligaliðnum Esbjerg fB, var eisini sagt, at hann byrjar í starvinum alt fyri eitt.
Og tað má sigast, at hann hevur gjørt. Longu í dag hevði hann fyrstu venjingina við superligaliðnum, sum fyrireikar seg at taka móti AC Horsens komandi fríggjadag.
Myndirnar hevur Esbjerg fB lagt á netið seinnapartin.
(Mynd: Esbjerg fB)
FSF hevur gjørt avtalu við Esbjerg fB um, at Lars Olsen skal greiðar sínar uppgávur í samband við landsdystirnar móti Noreg og Svøiki, sum vera 15. og 18. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald