Fótbóltur

Lars Olsen: Veruligur møguleiki fyri at vinna bólkin

Landsliðsvenjarin var optimistiskur umkring møguleikarnir hjá føroyska landsliðinum í komandi dystunum.

Lars Olsen fegnast um fleiri tin viðvíkjandi hópinum, og er optimistiskur undan Nations League kappingini
(Mynd: Jens Kr. Vang - Savnsmynd)

Lars Olsen fegnast um fleiri tin viðvíkjandi hópinum, og er optimistiskur undan Nations League kappingini (Mynd: Jens Kr. Vang - Savnsmynd)

2018-08-27 10:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlum tíma síðani varð A-landsliðið til fyrstu dystirnar í Nations League úttikið.  

Lars Olsen byrjaði tíðindafundin í FSF-húsinum við at stutt siga, at hann var nøgdur við venjingarleguna í Marbella í mars, har Føroyar spældu venjingardystir móti Lettlandi(1-1) og Liktinstein(3-0). Hann fegnaðist eisini um, at profilarnir Hallur Hansson, Brandur Hendriksson Olsen og Sonni Ragnar Nattestad allir eru fult í gongd eftir at hava verið úti við langtíðarskaðum í fjør.

Liðið ið varð úttikið í morgun, skal spæla á heimavølli móti Malta og á útivølli móti Kosovo ávíkavist 7. og 10. september. Hetta eru fyrstu dystirnir í Nations League, ið er nýggj kapping hjá UEFA, har Aserbaijan er seinasta liðið í bólkinum hjá føroyingum. Lars Olsen segði, at hetta er ein góð gularót fyri smærri tjóðir sum Føroyar, tí bólkavinnarin hevur møguleika at vinna sær atgongd til EM-endaspælið í 2020.

Landsliðsvenjarin sló fast, at Føroyar hava ein veruligan møguleika fyri at vinna bólkin. Hann segði, at hetta eru mótstøðulið, ið Føroyar saktans kunnu vinna á, men minti á, at tað skal eymjúkni og hart arbeiði til.

Uppgávurnar hesuferð eru heilt ymiskar, og Lars vísti á, at tað er torført at vita heilt hvat Malta og Kosovo fara at koma við, hóast venjaratoymið hevur gjørt sítt heimaarbeiði. Í tíðini hjá Lars Olsen hevur Føroyar tapt í venjaringardystum fyri bæði Malta(2-3) og Kosovo(0-2)    

Áðrenn hann avdúkaði hópin, segði 57-ára gamli venjarin, at har eru fleiri spennandi U21-leikarar, sum teir halda eyga við, men so leingi teir byrja inni á U21-landsliðnum, so er betri, at teir spæla har. U21-landsliðið spælir í Póllandi sama dag, sum Føroyar og Malta spæla á Tórsvølli.

Føroyski hópurin:

Málverjar:
Gunnar Nielsen(FH)
Teitur M. Gestsson(HB)
Kristian Joensen(KÍ) 

Verjuleikarar:
Atli Gregersen(Víkingur)
Odmar Færø(B36)
Viljormur Davidsen(Vejle)
Jógvan Rói Davidsen(HB) 
Sonni Ragnar Nattestad(Molde) 
Alex Mellemgaard(B36)
Heini Vatnsdal(Fremad Amager) 
Gunnar Vatnhamar(Víkingur)
Magnus Egilsson(HB)

Miðvallarar:
Kaj Leo í Bartalsstovu(ÍBV)
Gilli Rólantsson Sørensen(Brann)
René Shaki Joensen(Grindavík)
Tróndur Jensen(HB)
Sølvi Vatnhamar(Víkingur
Hallur Hansson(Horsens)
Brandur Hendriksson Olsen(FH)
Rógvi Baldvinsson(Bryne)

Áleyparar:
Finnur Justinussen(Næstved)
Jóan Símun Edmundsson(Arminia Bielefeld)
Klæmint Andrasson Olsen(NSÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder