Fótbóltur

Lars tekur hópin út til landsdystirnar móti Spania og Norra

Á tíðindafundi í FSF-húsinum týsdagin fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari hjá monnum, at kunngera hópin til landsdystirnar móti Spania og Norra.

Lars Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-25 11:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

So standa aftur tveir EM-undankappingardystir í durinum. Hesaferð skal føroyska landsliðið spæla móti Spania og Norra. Spaniólar koma á Tórsvøll fríggjadagin 7. juni, og bara tríggjar dagar seinni, mánadagin 10. juni, eru Føroyar vertir fyri norðmonnum.

Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum komandi týsdag, sum er týsdagin 28. mai, klokkan 10. Á tíðindafundinum fer Lars Olsen, A-landsliðsvenjari, at kunngera hópin til næstu tveir dystirnar í EM-undankappingini.

Onkrar smávegis broytingar verða í hópinum hesaferð, í mun til landsdystirnar móti Malta og Rumenia, sum vóru í mars mánað. Millum annað er Gunnar Nielsen skaddur, og tí skal annar málverji úttakast í staðin fyri hann.

Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir áður roynt seg ímóti Spania. Í HM-undankappingardysti á Svangaskarði 4. september í 1996 vunnu spaniólar 6-2, og eitt stórt ár seinni, 11. oktober í 1997 vann Spania 3-1 á heimavølli. Føroysku málskjúttarnir vóru Todi Jónsson, Uni Arge og Jens Kristian Hansen.

Føroyar og Norra hava ongantíð fyrr verið í bólki saman í EM- ella HM-undankapping fyri A-landslið við monnum.

Í undankappingini til EM 2020 eru Føroyar í bólki F, saman við Spania, Svøríki, Rumenia, Malta og Norra. Eftir at øll londini í bólkinum hava spælt tveir dystir, eru spaniólur fremst við seks stigum, sum teir hava vunnið á heimavølli móti Norra, og á útivølli móti Malta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder