Stóra stjørnan á enska kvinnulandsliðnum í fótbólti, Lauren James, missir fjórðingsfinaluna í HM-kappingini í Avstralia. Veit illa til, kann hon missa fleiri dystir.
Hetta eftir at hon fekk reyða kortið frá dómaranum í áttandapartsfinaluni í gjár móti Nigeria.
21 ára gamli Chelsea framherjin, sum hevur skorað trý mál og sent tríggjar málgevandi avleveringar í Australia, varð send av vølli fáar minuttir fyri leiklok móti Nigeria. Reyða kortið varð givið eftir eina VAR avgerð, tí tað vísti seg, at James tilvitað traðkaði á liggjandi Michelle Alozie eftir eina takling.
Dysturin endaði 0-0, men Ongland tryggjaði sær víðari luttøku við at finna 4-2 í brotssparkskappingini.
Lauren James missir nú fjórðingsfinaluna, sum Ongland skal spæla móti antin Kolumbia ella Jamaika. Enn er støða ikki tikin til, um leikbannið møguliga verður longt. Fifa hevur møguleika at revsa henni við tveimum døgum afturat um brotið verður mett at verða so mikið álvarsligt, skrivar BBC.
Lauren James er lítlasystir Reece James, sum spælir á besta mansliðnum hjá Chelsea.
Lauren James hevur skotið trý mál í HM-kappingini. Eitt móti Danmark og tvey móti Kina (Mynd: EPA)
HM-kappingin er komið so mikið langt, at tvær áttandapartsfinalur eru eftir at spæla. Tær verða spældar í dag millum Kolumbia og Jamaika og millum Frakland og Marokko.
Fjórðingsfinalurnar verða spældar fríggjadagin og leygardagin. Spania skal spæla móti Niðurlondum, Japan móti Svøríki, Avstralia móti vinnaranum av Fraklandi-Marokko, og Ongland, sum sagt, móti vinnaranum av Kolumbia-Jamaika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald