Annað

LeBron James skiftir til LA Lakers

NBA-stjørnan skorar kassan við skiftinum.

2018-07-02 13:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nokk heimsins kendasti kurvabóltsleikari, LeBron James, flytir frá Cleveland Cavaliers til Los Angeles Lakers. Leikarin og nýggja felagið eru samd um sáttmála, sum bindir leikaran til kappingarárið 2021/2022.

- LeBron James, sum fýra ferðir er kosin NBA MVP (mest virðismikli leikari), tríggjar ferðir MVP í NBA-finalum, 14 ferðir NBA All Star og tvær ferðir OL-gullvinnari, hevur skrivað undir fýra ára sáttmála, sum er verdur 154 milliónir dollarar, við Los Angeles LAkers, skrivar Klutch Sports Group, sum umboðar leikaran.

LeBron James fær 984 milliónir krónur við nýggja sáttmálanum.

LeBron James verður sæddur sum ein veruligur kappingarneyti til fyrrverandi Chicago Bulls-stjørnuna Michael Jordan, sum besti kurvabóltsleikarin nakrantíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder