Bólkurin hjá Føroyum verður spældur í Basel. Stóra St. Jakobshalle, sum sambært fleiri upplýsingum hevur yvir 12.000 áskoðarapláss, verður karmur um allar dystirnar hjá føroysku kvinnunum.
Tann fyrsti verður søguligur og stórur fyri Føroyar og Sveis. Hetta er bert annað endaspælið hjá sveisisku kvinnunum - vóru eisini við í 2022 - og tað fyrsta á heimavølli. Hetta er tað fyrsta yvirhøvur hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Til lutakastið í dag - Anna Maria Halsdóttir Weyhe, Elsa Egholm og onnur fylgja spent við (Mynd: Sverri Egholm)
Hóast Sveis var styrkismett omanfyri Kroatia, so hava okkara helst betri møguleika at koppa Sveis enn Kroatia.
Føroyar taptu við átta málum móti júst Sveis fyri tveimum árum síðani og við fýra málum í 2018. Tað verður íhvussu er eitt spenanndi fríggjakvøld í Sveis síðst í november.
Sí eisini: Til Sveis at spæla móti vertunum, Kroatia og Danmark
Sveis - Føroyar verður spældur 29. november og bert tveir dagar eru millum hvønn dyst. Føroyar og Kroatia verður fyrsta dagin í desember, og 3. desember er greitt truplasti dysturin á skránni: Danmark.
Her er føroyska dystaskráin til EM-endaspælið:
29.november: Sveis - Føroyar
1.desember: Føroyar - Kroatia
3.desember: Føroyar - Danmark
Allir dystirnir verða spældir í Basel (St. Jakobshalle)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald