Seinastu vikurnar hava Dragan Brljevic og Finnur Hansson fyrireika lið sítt til undan-undankappingina, sum verður í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum. Har skulu føroysku kvinnurnar vera stinnari enn Finnland og Ísrael fyri at koma í sjálva undankappingina til næsta EM-endaspælið.
Mett verður, at møguleikin er góður - millum annað tí at Føroyar hava vunnið á báðum londunum. Heimavøllurin er eitt annað, og hetta kann geva føroyska liðnum nakað eyka.
Finnland er fyrst á skránni. Tann dysturin verður leiktur í annaðkvøld, fríggjadagin 4. juni. Leygardagin spæla Finnland og Ísrael, og um ikki Finnland fær fult stigatal í hesum dystunum, so verður alt avgjørt sunnudagin. Liðið sum vinnur bólkin fer víðari til høvuðsundankappingina.
Føroyska liðið hevur nógvar ungar og spennandi leikarar, men eisini meira royndar leikarar ið kunnu gera stóran mun við sínum dygdum.
Liðið vandi í gár í høllini á Argjahamri - í kvøld er venjing á "dystargólvinum" á Hálsi.
Vit hava ymiskt tilfar um føroysku fyrireikingarnar og føroyska liðið seinni í dag - Portalurin verður eisini til staðar til dystirnar.
Føroyski hópurin
Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Haukar
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin
Vengur:
Guðrið Ellingsgaard, StÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Ásleyg Súnadóttir, Kyndil
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, StÍF/Ajax København
Strikur:
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, Randers HK
Poula Dulavík Berg, StÍF
Bakkar:
Marita Mortensen, Vendsyssel Håndbold
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Hellerup IK
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Bára Krossteig Hansen, Kyndil
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Ingunn Kristina Persson, Neistin
Kristianna Henneberg Joensen, Skovbakken
Tóra Eliasen, Stjørnan
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Dystarskráin
Fríggjadagin 4. juni kl. 18.30 Føroyar – Finnland
Leygardagin 5. juni kl. 18.00 Finnland – Ísrael
Sunnudagin 6. juni kl. 16.00 Føroyar – Ísrael
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald