Fótbóltur

Leggja nýtt graslíki í Norðragøtu

Fyrsti vøllurin við korkfyllu.

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Birgir Andreasen, stjóri í Ide Møblum (Mynd: Eysturkommuna)

Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu og Birgir Andreasen, stjóri í Ide Møblum (Mynd: Eysturkommuna)

2021-08-12 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Níggju ára gamli vøllurin í Sarpugerði í Norðragøtu verður skiftur út. Tað gamla graslíkið er fingið av, og í morgun byrjaði arbeiðið at leggja nýggja graslíkið á Sarpugerði.

Tað er Ide Møblar, sum er veitari av vøllinum. Tað sermerkta við hesum vøllinum er, at hetta er talan um fyrsta vøll, sum hevur umhvørvisvinarliga fyllu. Tað vil siga, at tala er ikki um ta vanligu gummi fylluna, sum flest allir vallir hava, men talan er um korkfyllu og sum er munandi meira umhvørvisvinarlig enn vanliga gummifyllan.

Arbeiðið at leggja vøllin á, tykist ganga væl og væntast verður at arbeiðið verður liðugt um hálva næstu viku, sigur Eysturkommuna.

Samlaði kostnaðurin er mettur at vera tríggjar milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder