2021-10-05 22:21
Fyri beint yvir tveimum árum síðani høvdu Føroyar Rumenia á knøðunum í Høllini á Hálsi. Gamaní var heimsstjørnan Christina Neagu ikki við, men rumenska liðið er vanliga í ovaru hálvu, tá gerast skal upp eftir endaspøl. Í Føroyum var Rumenia aftanfyri 12-11 í hálvleikinum. Millum annað hevði Annika Fríðheim Petersen ein heilt góðan dyst, og samanlagt var føroyska avrikið gott; tað var tað eisini yvir 60 minuttir, hóast tað endaði 20-25.
Í juni vunnu Føroyar sær rættin til at spæla í høvuðsundankappingini til EM 2023 við at vinna á Ísrael og Finnlandi í Høllini á Hálsi, og nú bíða fyrstu uppgávurnar.
Í juni vunnu Føroyar sær rættin til at spæla í høvuðsundankappingini til EM 2023 við at vinna á Ísrael og Finnlandi í Høllini á Hálsi, og nú bíða fyrstu uppgávurnar.
Súna Krossteig Hansen í dystinum í 2019 - hon var eisini við, tá Føroyar í juni vunnu seg víðari (Mynd: Jens Kr. Vang)
A-landsliðið hjá kvinnum kom í dag til Mioveni í Rumenia, har dysturin skal spælast í morgin. Fyrsta bríksl verður klokkan 16.30, og tá skal liðið hjá Dragan Brljevic og Finni Hanssyni vera heilt fokuserað.
Um hugt verður eftir úrslitum seinastu árini, eftir hvar leikararnir spæla o.s.fr, so hava Føroyar sum so ongan livandi møguleika, og tað sama er galdandi, um hugt verður eftir veddingarfyritøkunum. Hjá fleiri stórum skandinaviskum síðum ber als ikki til at seta pening á heimasigur, meðan stig ella sigur til Føroyar gevur peningin millum tjúgu og tretivu ferðir aftur. Fokus er fyrst og fremst uppá avrikið og at gera so nógv ting sum gjørligt rætt, og so eisini "at vinna lítlar sigrar í dystinum".
Kringvarpið vísir dystin og sigur FM1 eisini frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald