Almenna startskotið til kappingarárið í Onglandi varð latið av á Wembley í dag. Meistararnir spældu við fleri ungum leikarum, tí nógvar av sínum førstu leikarum manglaðu - millum annað Kevin De Bruyne, John Stones og Raheem Sterling - og í fyrra hálvleiki vóru steypavinnararnir meira vandamiklir.
Tað kom tó einki mál fyrrenn í 89. minutti. Nathan Aké varð spældur undir trýst, niðurlendski miðverjin fekk ikki tamarhald á boltinum, og endaði ístaðin við at takkla Kelechi Iheanacho stutt inni í brotsteignum. Áleyparin, ið áður hevur spælt við Manchester City, og sum hevði eitt gott kappingarár í fjør, kom inn tíggju minuttir frammanundan, og hann fekk í støðuni lagt eitt gott trýst. Nigerianski áleyparin skeyt sjálvur brotssparkið, og vælleikandi Zack Steffen var júst ov stuttir.
Málið gjørdi, at teir mongu og larmandi Leicester-áskoðarnir hoydust betri, og tað gjørdu teir eisini eftir seinasta bríksl. Leicester vann FA Cup í mai, og tað var bert triðju ferð, at liðið vann enka meistaraheitið ella stóru steypakappingina. Harvið var tað triðju ferð, at Leicester spældi um skjøldurin. Tað eydnaðist ikki at vinna í 2016, eftir ævintýrið kappingarárið frammanundan, men tað gjørdi tað í 1971, tá Leicester eisini vann FA Cup. Harvið var hetta aðru ferð í søgu felagsins, at Leciester vann enska stórsteypadystin og næsta steypið/skjøldurin undir Brendan Rodgers.
Jack Grealish kom á vøllin í 65. minutti. Dýrasti leikarin í Bretlandi nakrantíð kom til felagið fyrr í vikuni, og hann var lívligur í løtum. Í ár skal hann royna at spæla ein umráðandi leiklut í verjuni hjá City av meistaraheitinum.
Ein venjingardystur millum Premier League-feløg var eisini í dag. Manchester United vann á Old Trafford 4-0 á Everton. Premier League fer í gongd fríggjakvøldið, tá tann fyrsti av teimum 380 dystunum verður. Tað verður í London, har uppflytarin Brentford og Arsenal bresta saman.
Community Shield 2021
07.08, Wembley
Leicester City - Manchester City 1-0 (0-0)
89' Kelechi Iheanacho
Fótbóltur
Leicester vann Community Shield
Fyrrverandi Manchester City-leikarin Kelechi Iheanacho skoraði avgerandi málið fyri steypavinnararnar móti meistarunum, við brotssparki heilt seint í dystinum - hetta var aðru ferð, at Leicester vann skjøldurin. Grealish spældi sín fyrsta dyst fyri City.
Kasper Schmeichel lyftir skjøldurin - nú hevur hann trý heiti við Leicester, og Brendan Rodgers hevur vunnið tvey sløg av silvuri seinastu mánaðirnar
2021-08-07 20:19
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald