Fótbóltur

Leikbannið hjá Deni Pavlovic kært

Serbiski verjuleikarin hjá KÍ fekk seks dystir leikbann fyri at skallað Ken Fagerberg hjá TB. KÍ vil vera við, at revsingin er alt ov hør' samanborið við líknandi fordømi.

Deni Pavlovic stútar her bóltin burtur fyri KÍ - hann fekk seks dystir leikbann fyri at skallað Ken Fagerberg (Mynd: Sverri Egholm)

Deni Pavlovic stútar her bóltin burtur fyri KÍ - hann fekk seks dystir leikbann fyri at skallað Ken Fagerberg (Mynd: Sverri Egholm)

2019-07-12 22:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Klaksvík er fótbóltslagið gott, nú KÍ stendur seg væl í Europa League og hevur góðan møguleika at spæla seg víðari á Svangaskarði týskvøldið. KÍ hevur eisini havt eitt sera gott kappingarár í Betrideildini, men dysturin á Jóansøku var ein smeitur.

Ikki bara tapti KÍ og harvið misti takið á oddasessinum í sínum seinasta dysti undan summarsteðginum; liðið hjá Mikkjal Thomassen fekk eisini stinna verjuleikaran Deni Pavlovic útvístan, og skjótt eftir álegði kappingarnevndin hjá FSF eitt leikbann á seks dystir til Deni Pavlovic - eitt leikbann ið KÍ nú hevur kært.

Hetta skrivar Norðlýsið í dag, og sambært tí er seks dystir tað longsta leikbannið, sum kappingarnevndin kann geva. Deni Pavlovic fekk beinleiðis reytt kort frá Eiler Rasmussen fyri hendingina, men eitt leikbann uppá seks dystir er ein alt ov hørð revsing, metir KÍ.

- Vit hava kært dómin til Aganevndina, tí í mun til onnur líknandi fordømi stendur hendan revsingin als ikki mát, sigur Rúni Heinesen, næstformaður í KÍ, við Norðlýsið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder