Oyggjaleikir 2019

Leikirnir skotnir í gongd í Gibraltar

Fyri løtu síðani lupu menninir á sjógv –nú fara kvinnurnar.

Súsanna Skylv Sørensen fær hjálp frá Evaldi Rasmussen at gera seg til reiðar at leypa á sjógv (Mynd: Ingi Samuelsen)

Súsanna Skylv Sørensen fær hjálp frá Evaldi Rasmussen at gera seg til reiðar at leypa á sjógv (Mynd: Ingi Samuelsen)

2019-07-07 07:12 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Átjandu oyggjaleikirnir á Gibraltar eru nú skotnir ígongd.

Fyrsta kappingin er triatlon, har íðkararnir fyrst skulu svimja hálvanannan kilometrar á sjónum, síðani súkkla 40 kilometrar og so renna 10 kilometrar.

Fimm menn og ein kvinna eru við fyri Føroyar.

Sólin er ikki komin fram enn í Gibraltar, men hon hómast handan skýggini, og væntandi verðurbetri veður her við Miðjararhavsins strendur, enn tað var í gjár, tá dagurin var sum á heysti heima í Føroyum.

[object Object]
Sólin er við at daga fram við eysturstrond Gibraltars (Mynd: Ingi Samuelsen) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder