Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Leivur Mortensen leitar eftir nýggjum avbjóðingum, og sambært svenska miðlinum "Blekinge Läns Tidning" er 26-ára gamli føroyski landsliðsvongurin ávegis til HF Karlskrona.
Hetta hevur Portalurin nú fingið váttað og verður skiftið endaliga staðfest í vikuni.
Leivur Mortensen hevur seinastu árini spælt við HC København - tað sum fyrr hevði navnið FIF - í næstbestu donsku deildini. Men niðara hálva í næstbestu donsku deildini man ikki vera rætta avbjóðingin hjá hoyvíkinginum longur.
![]()
Savnsmynd: Sverri Egholm
Kviki og snildi spælarin hevur verið fyrsta val á vinstra vongi á føroyska manslndsliðnum seinastu árini.
Har hevur Leivur millum annað verið liðfelagi við Trónd Mikkelsen - skjótt skulu teir spæla saman í bestu svensku deildini.
![]()
Tróndur Mikkelsen er eitt ár yngri enn Leivur Mortensen og er í gongd við sítt fyrsta kappingarár í Svøríki (Mynd: HF Karlskrona)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald