2019-01-08 12:27
AB boðaði í gjár frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við 30 ára gamla Leivur Holm Joensen.
Leivur kemur tí at styrkja um verjupartin hjá argjamonnum komandi kappingarár.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Leivur verður at síggja í búnanum hjá AB. Hann spældi við felagnum frá 2012 til 2014. Leivur hevur eisini umboða Giza Hoyvík og Fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald