Fótbóltssamband Føroya hevur júst kunngjørt, hvør nýggi kvinnulandsliðsvenjarin verður.
Tað verður 47-ára gamla Lene Terp, sum fær uppgávuna at føra A-landsliðið og føroyskan kvinnulandsliðið víðari komandi fýra árini, ið er longdin av sáttmálanum, sum varð undirritaður fyri lítlari løtu síðani. Hon flytir nú til Føroyar og hevur nógvar royndir við sær í viðførinum - bæði sum leikari og venjari.
Lene Terp er úr Suðurjútlandi, og spældi í bestu donsku deildini við Vejle og OB. Hon royndi seg eisini í Fulham fyrst í hesu øldini. Verjuleikarin gjørdi eisini um seg á A-landsliðnum. Samanlagt gjørdist talan um 105 landsdystir frá 1993 til og við 2003. Seinna partin av hesari tíðini var Terp liðskipari, og hon umboðaði Danmark til HM, EM og OL.
Myndir: Sverri Egholm
Lene Bjerning Terp spældi í Kolding sum heilt ung, og har hevur hon eisini verið venjari - bæði hjá sterka fyrstaliðnum og eisini í ungdómsdeildini. Terp hevur eisini havt uppgávur hjá DBU: Sum hjálparvenjari hjá A-landsliðnum í 2017, har Danmark fekk silvur til EM, og talentstjóri í eitt ár.
Lene Terp hevur UEFA Pro Licence, ið er hægsta venjaraútbúgving í Evropa.
Føroyska A-landsliðið hjá kvinnum hevur í teimum báðum seinastu udnankappingunum havt nógv stórtap, hevur einki stig fingið, og hevur bert skotið eitt mál í hvørjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald