Hondbóltur

Leparnir í Düsseldorf avgera lagnu føroyinga

Lutakastið til EM-endaspælið byrjar stutt áðrenn klokkan 17 og kann síggjast í Kringvarpinum. HSF skipar fyri fjølmiðlatiltaki, ið Portalurin verður við til.

Stór løta í Eysturríki fyri tíggju døgum síðani. Í dag fæst greiða á, hvørjum Føroyar møta í Týsklandi í januar - tað kann verða lutfalsliga stórur munur á styrkini í bólkunum (Mynd: Sverri Egholm)

Stór løta í Eysturríki fyri tíggju døgum síðani. Í dag fæst greiða á, hvørjum Føroyar møta í Týsklandi í januar - tað kann verða lutfalsliga stórur munur á styrkini í bólkunum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-10 12:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um serligan dag í føroyskari ítróttarsøgu. Føroyar (Faroe Islands) standa í kvøld á einum av teimum 24 lepunum, sum eru í bollunum í Düsseldorf. Týski býurin verður karmur um fyrsta dystin í EM-endaspælinum í januar - tí fyrsta A-landsliðs endaspælinum hjá føroyskum liði.

- Eg haldi, at man er við at fata tað. Tað var øgiliga ringt, serliga ta kvøldið, tá tað hendi. Tað gekk ikki ordliga upp fyri einum, at vit vóru víðari. Kanska serliga tí tað var so snedugt, við tað at vit akkurat høvdu spælt ein vánaligan dyst og tapt. So varð eisini so nógvur ivi, tí hasin danski journalisturin hevði skrivað út. So tað var eitt sindur løgið, men eg haldi, at tað hevur gingið upp fyri okkum nú, og man verður glaðari fyri tað fyri hvønn dag, man hugsar um tað.

Hetta sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu við Portalin um tað at spæla seg til EM. Systkinabarnið og liðfelagin í Sävehof og á landsliðnum, Óli Mittún, vísir á, at hetta er tað størsta, og tað sum teir hava droymt um, síðani teir vóru smádreingir.

Les eisini: Ísland við í dreymabólkinum hjá Óla og Eliasi

Í dag snýr tað seg um hepni hjá hondbóltsmonnum. Teir hava avrikað nóg mikið, í mun til at vinna sær atgongumerki til Týsklands. Nú er tað tilvildin í einum lutakastið, ið ræður fyri, hvar vit enda, og hvørjum vit skulu stríðast ímóti søguligu dagarnar í januar 2024.

Seks lond eru longu koyrd í hvør sín bólk, og tískil ber til at gera nakrar niðurstøður um, hvat higartil sær frægast út.

Tvey lið, sum ikki eru í ovasta styrkisbólki, hava fingið ásett hvør sín bólk. Vertirnir Týskland úr styrkisbólki 2 og Kroatia úr styrkisbólki 3. Hetta kunnu gerast ítróttarligir marrubólkar hjá Føroyum, tí talan er helst um sterkastu liðini úr hesum styrkisbólkunum.

Í mun til londini í hægsta styrkislagi, so vísur Elias Ellefsen á Skipagøtu á, at tað er eitt sindur líkamikið, hvat Føroyar fáa her. Hetta tí at talan er um heimstoppin, og at tað verður øgiliga ringt at vinna móti nøkrum av hesum. Hinvegin er Ísland tað, sum møguliga liggur best til Føroyar og sum kann verða best at raka á einum undir miðal degi hjá teimum. Íslendingar skulu, eins og danir, spæla bólkaspæl í München.


Bólkur A (Düsseldorf og Berlin)
A1
Týskland
A3
A4

Bólkur B (Mannheim)
B1
B2
Kroatia
B4

Bólkur C (München)
Ísland
C2
C3
C4

Bólkur D (Berlin)
Noreg
D2
D3
D4

Bólkur E (Mannheim) 
Svøríki 
E2
E3
E4

Bólkur F (München)
Danmark
F2
F3
F4

Nógv verður gjørt burturúr í dag. Kringvarpið sendir beinleiðis frá 16.30. Tiltakið í Düsseldorf byrjar 16.45, og sjálvt lutakastið eina løtu eftir hetta. Hondbóltssambandið hevur tiltak í Bank Nordik, ið Portalurin verður við til. FM1 sendir harfrá.

Styrkisbólkarnir:
Styrkisbólkur 1: Svøríki, Spania, Denmark, Frakland, Noreg og Ísland
Styrkisbólkur 2: Týskland, Niðurlond, Slovenia, Ungarn, Portugal og Eysturríki
Styrkisbólkur 3: Kroatia, Bosnia og Hersegovina, Pólland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedónia
Styrkisbólkur 4: Sveis, Rumenia, Montenegro, Grikkaland, Georgia, Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder