Hondbóltur

Ísland við í dreymabólkinum hjá Óla og Eliasi

Elias á Skipagøtu peikar eisini á Niðurlond og Norðurmakedónia, men leggur dent á at Føroyar kunnu fáa ógvuliga trupulan EM-bólk orsakað av styrkismetingini.

- Tað er allur heimstoppurin í potti 1, so tað verður øgiliga ringt at vinna móti nøkrum av teimum. Vit eru í potti 4, so vit noyðast at hopa uppá tað besta í lutakastinum - men vit taka tað, sum kemur (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað er allur heimstoppurin í potti 1, so tað verður øgiliga ringt at vinna móti nøkrum av teimum. Vit eru í potti 4, so vit noyðast at hopa uppá tað besta í lutakastinum - men vit taka tað, sum kemur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-10 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg haldi, at man er við at fata tað. Tað var øgiliga ringt, serliga ta kvøldið, tá tað hendi. Tað gekk ikki ordliga upp fyri einum, at vit vóru víðari. Kanska serliga tí tað var so snedugt, við tað at vit akkurat høvdu spælt ein vánaligan dyst og tapt. So varð eisini so nógvur ivi, tí hasin danski journalisturin hevði skrivað út. So tað var eitt sindur løgið, men eg haldi, at tað hevur gingið upp fyri okkum nú, og man verður glaðari fyri tað fyri hvønn dag, man hugsar um tað.

Soleiðis setur Elias Ellefsen á Skipagøtu orð á tað at vera komin til eitt EM-endaspæl við føroyska A-landsliðnum, eftir at tað er hevur havt beint yvir eina viku at seta seg.

Tað var eftir sigurin hjá IK Sävehof í hálvfinaluni í Ystads mánakvøldið, at vit hittu landsliðsspælararnar. Fyri 17-ára gamla Óla Mittún, ið lutfalsliga hevur uppliva nógv í hondbóltinum, er hetta nummar eitt higartil, og tað fyllir nakað.

- Hetta er tað størsta, eg havi verið við til. Nú havi eg eisini roynt okkurt við U18, men hetta er størri - hetta er tað, sum vit hava droymt um, síðani vit vóru smádreingir. Tað at vit hava spælt okkum víðari er ringt at gloyma í gerandisdegnum, sjálvt um nógv annað koyrir.

[object Object]
Óli Mittún hevur millum annað vunnið á Fraklandi og verið kosin MVP - mest viðrismikli spælari - í U18-EM (Mynd: HSF)


[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún vóru troyttir men fegnir eftir hálvfinalusigurin mánakvøldið (Mynd: Agnar Prestá)

Elias: - Hava spælarar sum eru góðir í avgerandi løtum

Trý ynskilond - verður tó ógvuliga torført


Tað er í dag klokkan 16.45, at "lagnan hjá føroyingum" í Týsklandi í januar verður avgjørd. Tað kann hava nógv at siga, hvørjum bólki Føroyar enda í. Tá Portalurin spurdi Óla Mittún og Elias Ellefsen á Skipagøtu, um hvat teir ynsktu, var tann yngri skjótur at peika á Ísland úr hægsta styrkisbólkinum. Teir hava helst ikki somu toppgóðsku sum hini, og so minna teir eitt sindur um føroyingar eitt sindur.

Hesir styrkisbólkarnir eru
Styrkisbólkur 1: Svøríki, Spania, Denmark, Frakland, Noreg og Ísland
Styrkisbólkur 2: Týskland, Niðurlond, Slovenia, Ungarn, Portugal og Eysturríki
Styrkisbólkur 3: Kroatia, Bosnia og Hersegovina, Pólland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedónia
Styrkisbólkur 4: Sveis, Rumenia, Montenegro, Grikkaland, Georgia, Føroyar

Annars var tað eldra systkinabarnið, sum hevði sett seg nærri inn í møguleikarnar. Um hann kundi valt, so peikaði hann á Niðurlond úr styrkisbólki 2 - sum Óli vísti á við Íslandi, so "minna teir mest um okkum". Úr styrkisbólki trý er tað Norðurmakedónia, sum er dreymamótstøðan, segði Elias. Hann staðfesti samstundis, at hetta verður ógvuliga trupult:

- Tað er allur heimstoppurin í potti 1, so tað verður øgiliga ringt at vinna móti nøkrum av teimum, og tað er helst eitt sindur líkamikið hvat av teimum, vit enda við(...) Nú er vit í potti 4, tí tað er har, at øll tey vánaligastu liðini í EM eru - í øllum førum útfrá styrkismetingini. Vit mugu bara hopa uppá tað besta í mun til lutakastið, men vit kunnu jú eisini fáa tað besta liðið úr hvørjum bólki, og so sær tað svart út. Tað fáa vit tó ikki gjørt nakað við, og so taka vit bara tað - tað skal nokk blíva stuttligt, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu við einum smíli til endans

Dreymabólkurin útfrá útsagnunum hjá Eliasi og Óla: 
Ísland
Niðurlond
Norðurmakedónia
Føroyar

Lutakastið í dag byrjar 16.45 og kann síggjast í KVF. Til ber at lesa meira um tað á leinkjuni niðanfyri og á eurohandball.com.

Sí eisini: Her eru okkara møguleikar í morgin






placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder