Í morgin, mikudagin 10. mai, er stórhending í føroyskari ítróttarsøgu í Düsseldorf. Týski býurin verður karmur um lutakastið til EM-endaspælið í manshondbólti 2024, og Føroyar eru í pottinum.
Styrkisbólkarnir - Føroyar eru í niðasta bólkinum og skulu harvið møta einum úr hvørjum av teimum ovaru í bólkaspælinum
Styrkisbólkur 1: Svøríki, Spania, Denmark, Frakland, Noreg og Ísland
Styrkisbólkur 2: Týskland, Niðurlond, Slovenia, Ungarn, Portugal og Eysturríki
Styrkisbólkur 3: Kroatia, Bosnia og Hersegovina, Pólland, Kekkia, Serbia, Norðurmakedónia
Styrkisbólkur 4: Sveis, Rumenia, Montenegro, Grikkaland, Georgia, Føroyar
Tað er júst í Düsseldorf, at byrjanardysturin verður 10. januar - júst átta mánaðir eftir lutakastið. Eftir ætlan verður heimsmet sett fyri áskoðaratal til ein hondbóltsdyst tá. Merkur Spiel-Arena er ein sonevnd "multi-høll", sum kann hýsa bæði fótbólti og hondbólti. Tað vera helst yvir 50.000 áskoðarar til setanardystin, har Týskland spælir - hinir dystirnir í bólkinum verða spældir í Berlin.
Hóast tað kundi verið ein stór og spennandi uppliving hjá føroyska liðnum at spælt tann fyrsta dystin í kappingini, móti vertunum frammanfyri so stórari mannfjøld, so skulu okkara helst sleppa undan bólki A. Týskland er helst sterkasta liðið í styrkisbólki 2 og hevur heimavøll. Afturat teimum kemur eitt ógvuliga sterkt lið úr ovasta styrkislagi í bólk A.
Føroyar spældu HM-undankappingardyst í Týsklandi síðsta ár. Føroyingar skulu aftur spæla landsdystir í Týsklandi í januar - spurningurin er so, hvat slag av mótsstøðu okkara fáa (Mynd: Sverri Egholm)
Tað er longu greitt, at bólkur B kann gerast ein marrubólkur eisini, tí sterkasta liðið úr næstniðastastyrkisbólkinum, Kroatia, er har. Føroyar skulu helst hava okkurt av hinum liðunum fyri at hava rímiligan møguleika. Dystirnir í hesum bólkinum verða spældir í Mannheim - á heimavøllinum hjá Rhein Neckar-Löwen.
Fimm Norðanlond verða við, og hetta er ikki hent fyrr. Øll hini eru styrkismett ovast, og møguleikarnir eru tí góðir fyri at Føroyar fáa minst eitt av teimum. Greitt er longu, at bæði Ísland og Danmark skulu spæla bólkaspæl í München - í hvør sínum bólki. Tað kundi verið áhugavert, um Føroyar endaðu í einum av hesum bólkunum.
Seks lið eru staðfest í bólkar - hvør sín - sí yvirlitið niðanfyri.
Bólkur A (Düsseldorf og Berlin)
A1
Týskland
A3
A4
Bólkur B (Mannheim)
B1
B2
Kroatia
B4
Bólkur C (München)
Ísland
C2
C3
C4
Bólkur D (Berlin)
Noreg
D2
D3
D4
Bólkur E (Mannheim)
Svøríki
E2
E3
E4
Bólkur F (München)
Danmark
F2
F3
F4
Lutakastið til EM-endaspælið verður í morgin klokkan 17 føroyska tíð. Kringvarpið sendir beinleiðis frá klokkan 16.30 - til ber eisini at fylgja við á heimasíðuni hjá evropeiska hondbóltssambandinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald