Ystads, Svøríki (Portalurin) - Elias Ellefsen á Skipagøta var eftir sigurin í hálvfinalu nummar tvey nógv umbiðin av svensku miðlunum. Familja var eisini komin at hyggja og heilsa uppá hoyvíkingarnar og systkinabørnini hjá Sävehof - hetta var ein tungur dystur, kanska serliga hjá Óla Mittún.
Portalurin hevði eisini sett teimum báðum stevnu. Teir vóru týðiliga troyttir men eisini fegnir og lættir eftir týdningarmikla sigurin í tætta dystinum. Sävehof fór ikki frá Ystads fyrrenn móti endanum og vann harvið ikki eins sannførandi sum í fyrstu hálvfinaluna. Elias á Skipagøtu setur soleiðis orð á munin:
- Teir sleppa at spæla øgiliga hart, og tað ger, at vit ikki vinna duellirnar líka lætt, sum vit gjørdu í fyrsta dystinum. Teir koma við einum øgilum fysikki - eisini í teirra kontraspæli. Tað verður tungt, men tí var tað gott, at vit høvdu okkara 7 ímóti 6 spæl.
Les eisini: Føryingarnir í Sävehof nærkast finaluni
Sävehof koyrdi yvirtalsspæl í álopinum allan seinna hálvleik, og tí stjórnaði Elias. Seinastu løtuna, tá útiliðið yvirhálaði, skoraði spælskiparin týðandi brotskast, og hann staðfestir, at teir hava fleiri, sum hóska seg væl til slíkar tættar dystir
- Tað eru nakrar typur, sum eru góðar, tá dystir skulu avgerðast, og vit hava øgiliga nógvar á teimum á liðnum. Hetta vísir seg í dag.
Elias Ellefsen á Skipagøtu var lættur og fegin eftir dystin, og rósti hann liðfeløgunum (Mynd: Sverri Egholm)
Óli Mittún spældi í gjár finalu um svenska meistaraheitið fyri U18-lið. Sävehof vann gull, og síðani fór 17-ára gamli føroyingurin við flogfari úr Uppsala til Ystads. Hann spældi samanlagt næstan ein hálvleik í kvøld.
- Eg var gott nokk troyttur. Men øgiliga stuttligt at spæla slíkan dyst frammanfyri so nógvum fólki. Teir eru øgiliga harðir - sum Elias sigur - og teir næstan banka meg av nakrar ferðir, men eg komi so uppaftur, og hatta var stuttligt hóast alt.
Óli og Elias vóru samdir í, at Ystads hevði fyrireikað seg væl uppá millum annað júst teir báðar, og at Sävehof kann gera tað betur til næsta dyst. Í fleiri álopum sluppu kviku hoyvíkingarnir ikki heilt upp í ferð og fingu eisini harða viðferð - hetta kostaði heimaliðnum nakrar útvísingar.
Óli Mittún varð - eins og her - steðgaður harðliga fleiri ferð (Mynd: HSF)
Sigurin í kvøld merkir, at IK Sävehof kann vinna seg í SM-finalurøðina við heimasigri hóskvøldið. Nakað sum kann gerast ógvuliga týdningarmikið, staðfestir Elias Ellefsen á Skipagøtu at enda
- Tað kann merkja øgiliga nógv, um vit kunnu avgerða tað hósdagin. Tað sær út til, at hin hálvfinalurøðin millum Kristianstad og Hammarby fer í fýra ella fimm dystir. Um vit kanska kunnu avgerða tað í trimum, kann tað hjálpa okkum nógv.
Onnur hálvfinalan í Hanbollsligaen - hálvfinala nummar tvey
Ystads Arena, 08.05
Ystads (0) - IK Sävehof (2) 27-30 (12-13)
Dystargongdin:
15 min: 7-7
20 min: 8-8
25 min: 10-10
35 min: 16-14
40 min: 18-18
45 min: 19-20
50 min: 23-22
55 min: 26-25
Útvísingar:
Ystads 5
Sävehof 1
Áskoðaratal: 2.125
Hagtøl fyri Elias og Óla:
6/10 (mál/skot)
12 Assist - næstseinastu hond á í máli
Triðja og møguliga avgerandi hálvfinalan:
Partille Arena, hósdagin 11.05
19.00: IK Sävehof (2) - Ystads (0)
Les eisini: Føryingarnir í Sävehof nærkast finaluni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald