Pólland, Kekkia, Albania og Moldova. Tá hesi liðini komu úr pottinum í lutakastinum til hesa EM-undankappingina varð millum annað greitt, at ikki so nógvar " stórar stjørnur" fóru at vitja Tórsvøll í 2024.
Størsta navnið samanlagt hjá hesum londum er greitt Robert Lewandowski. 35-ára gamli pólski áleyparin hevur skorað mál í rúgvuvís á høgum stigi í yvir tíggju ár, og eftir ætlan vitjar hann Tórsvøll í næstu viku sum liðformaður og lyklaspælari hjá Portugal.
Nú er tó ymiskt, ið bendir á, at hann ikki fær spælt móti Føroyum. Robert Lewandowski fór út við skaða í 34. minutti, tá Barcelona vann í Porto týskvøldið. 9'arin tók seg til økilin eftir eina takkling, og fekk ísposa á so skjótt hann kom út.
Lewandowski í nærdysti við Odmar Færø í Varsjava. Odmar skal spæla Conference League-dyst á Tórsvølli í kvøld - spurningurin er, um miðverjin aftur skal takast við póllendingin um eina viku (Mynd: Sverri Egholm)
Í fyrstu syftu vóru góð tekin, og staðfest varð at einki álvarsligt var. Í dag skriva spanskir miðlar tó, at økilin framvegis er hovin av takklingini. Sambært stóra sport.es kann Lewandowski ikki spæla í La Liga dystinum hjá Barcelona sunnudagin.
Hetta eru fýra dagar undan dystinum á Tórsvølli. Tískil kann áleyparin roknast sum ógvuliga ivasamur til landsdystin um eina viku. Dysturin hevur stóran týdning fyri Pólland - tað er fyrsti dystur undir nýggja landsliðsvenjaranum, og trý stig skulu við, um EM-dreymurin skal haldast á lívi.
stóri pólski miðilin fakt.pl skrivar um, hvussu landsliðslæknin og fólki vóna, at økilin ikki heldur Lewandowski uttanfyri í næstu viku. Í ringasta føri kann áleyparin vera uttanfyri í fleiri vikur, váttar Fabrizio Romano, ið fæst við annað enn flytingarsøgur.
Liðbondini hava tikið nakað av skaða - fleiri kanningar skulu gerast av øklinum í dag, skriva bæði spanskir og pólskir miðlar. Robert Lewandowski skoraði bæði málini í sigrinum á Føroyum í síðsta mánaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald