placeholder
Fótbóltur

Liðformaðurin hjá Tottenham tikin fyri rúsdrekkakoyring

Hann vann HM í summar, men nú er hann komin í trupulleikar í Onglandi.

Hugo Loris varð handtikin í London í morgun
(Mynd: EPA)

Hugo Loris varð handtikin í London í morgun (Mynd: EPA)

2018-08-24 15:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri nøkrum vikum síðani lyfti hann HM-steypið í Ruslandi; í morgun varð hann tikin í London fyri rúsdrekkakoyring.

Tíðindi eru komin úr Onglandi tíðliga seinnapartin, um at Hugo Lloris er tikin og skuldsettur fyri at koyra ávirkaður.

31-ára gamli málverjin hjá Tottenham varð steðgaður av løgregluni tíðliga í morgun. Talan var um eitt "rutinu-stop, men tað vísti seg seg at heimsmeistarin var ávikraður av rúsdrekka.

Hugo Loris er liðformaður á franska landsliðnum og hjá Tottenham. Hann er leyslatin fyri eitt gjald fyri fyrst, men skal møta í rættinum 11 september. 

Eingin viðmerking um málið er komin frá Tottenham enn.

Kelda: Sky Sports

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder