Fótbóltur

Liðformaðurin hjá United skiftir til Inter

Sáttmálin gongur út í summar, og 34-ára gamli Ashley Young segði nei til ein nýggjan sáttmála í Manchester. Hann verður nú keyptur bíliga av liðnum hjá Antonio Conte.

Ashley Young er ikki millum teir best umtøktu United-leikararnar millum fjepparar. Hann skal nú eftir øllum at døma spæla í bláum og svørtum og fyri fyrstu ferð royna seg í øðrum landi (Mynd: EPA)

Ashley Young er ikki millum teir best umtøktu United-leikararnar millum fjepparar. Hann skal nú eftir øllum at døma spæla í bláum og svørtum og fyri fyrstu ferð royna seg í øðrum landi (Mynd: EPA)

2020-01-17 10:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom til Manchester United í 2011 sum ein vinstri vongur frá Aston Villa. Í fyrsta kappingarárinum gjørdi hann um so, og í 2012-2013 var hann við til at vinna Premier League í seinasta kappingarárinum hjá Sir Alex Ferguson við róðrið. Síðani hevur United ikki verið nær við at lyfta steypið, og Young er vorðin bakkur og liðformaður.

Nú 34-ára gamli leikarin kann røkja bæði bakkplássini, og hansara innsatsur liggur ongantíð eftir. Tó er hann á ymskan hátt vorðin ímyndin av niðurtúrinum hjá felagnum, og tað eru sera nógvir United-fjepparar, ið hava glett seg til, at hann fór at skifta felag.

Hetta ynski sær út til at ganga út nú. Í januar hevur ljóðað, at Inter Milan er áhugað í onglendinginum, og Sky Sports skirvaði í gjárkvøldið, at Inter og Manchester United eru komin ásamt um ein keypsprís. Hesin prísurin er 1,5 milliónir í evrum - tað vil siga áleið 11 milliónir krónur - og hann skal síggjast í ljósinum av, at sáttmálin hjá Young gongur út í summar, og hann hevur fyrr í mánaðinum sagt nei til eitt nýtt tilboð frá United. Aldurin spælir allarhelst eisini inn.

Ashley Young er ikki longur mllum teir, ið byrja fast inni undir Solskjær, og hann hevur eitt ynski um at spæla meira; serliga við eyga fram ímóti EM í summar. Miðlar í Bretlandi skriva eisini, at Young, ið altíð hevur spælt í heimlandinum, ynskir at royna nakað nýtt. 

Bakkurin er í dag í Milano til læknakanning, og smálutirnir í sáttmála hansara við Inter, ið er á 2. plássi í Serie A, skulu fáast uppá pláss. Ole Gunnar Solskjær hevur longu kunngjørt, at Harry Maguire verður nýggjur fastur liðformaður í Manchester United.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder