Fótbóltur

Liðformaðurin í Fuglafirði heldur fram

Stríðsfúsi og royndi miðvallarin hevur spælt 275 dystir í Betrideildini. Karl Løkin skal í 2023 royna at hjálpa felagnum at fáa støðufesti í deildini aftur og framhaldandi ganga á odda fyri unga liðið.

Karl A. Løkin í dysti móti EB/Streymi í 2021. Hann hevur samanlagt spælt næstan 250 dystir fyri ÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Karl A. Løkin í dysti móti EB/Streymi í 2021. Hann hevur samanlagt spælt næstan 250 dystir fyri ÍF (Mynd: Sverri Egholm)

2022-12-07 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

ÍF hevur seinastu vikurnar kunngjørt, at fleiri ungir lokalir leikarar - so sum U19-landsliðsleikarin Jóhann Højbro halda fram í barndómsfelagnum. 

Eisini hevur ÍF fingið málmansspurningin uppá pláss við at leingja við Tóra Traðará og at fáa Jákup Nolsøe Olsen av Kambsdali aftur av Skála.

Av teimum royndu spælarunum er Karl Ábrahamsson Løkin tann fyrsti at leingja. 31-ára gamli miðvallarin hevur, sambært Faroesoccer, spælt 275 dystir í Betrideildini, umframt 28 steypadystir og tíggju evropeiskar dystir. Karl hevur eisini nakrar A-landsdystir á baki, umframt nógvar U-landsdystir og hevur eitt stutt skifti spælt í Íslandi og Danmark

[object Object]
Karl saman við formanninum hjá ÍF, Georges Rouah (Mynd: ÍF)

Í Fuglafirði fegnast tey sum vera man um at sera royndi liðformaðurin, ið hevur spælt 246 dystir fyri felagið samanlagt, tekur eitt tørn afturat: 

- Vit eru sera fegin um hansara avgerð, at halda fram, tí umframt at vera ein fantastiskur leikari, so er hann eisini ein fantastiskur lærumeistari, tá ið tað umræður teir ungu leikararnar.

Umframt mongu dystirnar fyri ÍF hevur Karl eisini spælt nógv við NSÍ, ið er hansara banrdómsfelag. Eisini var miðvallarin eitt hálvt ár í Víkingi.

ÍF vann í fjør 1. deild við Karli sum liðformanni og Aleksandar Jovevic á odda frá síðulinjuni. Nú brynjar seg felagið seg til tilveruna í Betrideildini, og helst skulu nakrir spælarar inn afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder