Í HM-endaspælinum í 2018 kom einki afrikanskt lið víðari úr bólkaspælinum, men eftir fyrstu dystirnar í triðja og seinasta umfari er greitt, at í Afrika í øllum førum verður umboðað í áttandapartsfinalunum við einum liði hesuferð.
Senegal var fyri fyrstu ferð í einum HM-endaspæli í 2002, og tá kom liðið heilt til fjórðingsfinalurnar. Tað er bert Kamerun av teimum afrikansku londunum, ið er komið eins lagt.
Í 2002 vóru tað spælarar sum El-Hadji Diouf, Salif Diao og Papa Bouba Diop, sáli, ið veruliga gjørdu vart við seg. Allir skiftu skjótt til Premier League, og tað gjørdi liðformaðurin Aliou Cisse eisini.
Nú 46-ára gamli fyrrverandi Birmingham og Pourtsmouth-leikarin hevur verið í starvi hjá fótbóltssambandinum hjá Senegal síðani 2012 og seinastu 2015 sum høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum.
Hann hevur sín heilt egna stíl, og 46-ára gamli venjarin er nú ein uppaftur størri hetja í heimlandinum. Bert einaferð áður hevur ein afrikanskur venjari leitt lið sítt víðari úr bólkaspælinum (Mynd: EPA)
Í 2018 fekk hann Senegal til fyrsta HM-endaspælið síðani júst 2002. Tað rakk akkurat ikki til eitt pláss í áttandapartsfinaluni, men fyrr í ár vann Senegal á fyrsta sinni Africa Cup of Nations.
Setningurin hjá Senegal í dag var greiður: Liðið skuldi vinna á Ekvador, ið frammanundan hevði vunnið á Katar og fingið javnleik móti Niðurlondum. Senegal var eisini greitt omaná í fyrra hálvleiki og legði seg á odda við brotssparki stutt fyri hálvleik.
Suðuramerikanska liðið kom betri við í seinna hálvleiki, og miðskeiðis í hálvleikinum javnaði Brighton-stjørnan Moises Caceido í samband við hornaspark. Gleðin var tó stokkut hjá Ekvador, tí tríggjar minuttir seinni legði Kalidou Koulibaly Senagal á odda aftur, tá miðverjin átti seinasta fótin á eftir frísparksinnlegg, og harvið skoraði hann sítt fyrsta landsliðsmál.
(Mynd: EPA)
31-ára gamli senegalasiski liðformaðurin, ið til dagliga umboðar Chelsea, gjørdist harvið avgerandi. Hann og liðfeagirnir hildu seinastu tjúgu minuttirnar Ekvador frá uppløgdum málmøleikum, og harvið skal Senegal í vikuskiftinum spæla móti vinnarunum av bólki B, ið helst verður Ongland.
Bólkur B verður avgjørdur í kvøld - dystirnir byrja klokkan 19 - tað gjørdist fyrr í kvøld greitt, at Niðurlond sum væntað vunnu á Katar og harvið vunnu bólk A. Í sínum triðja HM-dysti skoraði Cody Gapko sítt HM-mál nummar trý, og harvið hevur hann skrivað søgu sum tann fyrsti hálendski spælarin, sum hevur skorað í sínum fyrstu trimum dystum í HM-endaspæli.
Ein annar miðvallari, Frenkie de Jong, skoraði hitt málið í dystinum, ið tyktist at vera spældur uttan spenning og inntensitet. Katar setti einki jaligt frámerki á hetta endaspælið - tað fyrsta nakrantíð hjá landinum.
Yvirlit yvir bólkarnar:
Í dag, týsdagin 29.11:
Bólkur A:
Ekvador - Senegal 1-2 (0-1)
44' Ismalia Sarr (br.) 0-1
67' Moises Caceido 1-1
70' Kalidou Koulibaly 1-2
Niðurlond - Katar 2-0 (1-0)
26' Cody Gapko 1-0
49' Frenkie de Jong 2-0
Endaliga støðan:
1. Niðurlond 7 stig
2. Senegal 6 stig
3. Ekvador 4 stig
4. Katar 0 stig
Bólkur B:
Klokkan 19:
Ongland - Wales
USA - Iran
Bólkur B:
1. Ongland 4 stig
2. Iran 3 stig
3. USA 2 stig
4. Wales 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald