Fótbóltur

Liðini úr norðara parti av London eru fremst

Arsenal koppaði Manchester City við máli seint í oddadystinum í dag. Tottenham hevur eisini 20 stig og er ósigrað eftir átta umfør í Premier League.

Mikel Arteta kundi fegnast eftir sigur á lærumeistaranum, Pep Guardiola (Mynd: EPA)

Mikel Arteta kundi fegnast eftir sigur á lærumeistaranum, Pep Guardiola (Mynd: EPA)

2023-10-08 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áttanda umfar í Premier League hevur verið á skránni í vikuskiftinum, og tann stóri dysturin var a skránni síðst.

Arsenal tók ímóti Manchester City, og tað eydnaðist teimum reyðu at vinna á Manchester-felagnum í einum Premier League-dysti fyri fyrstu ferð síðani 2015. Einsamalla málið í "taktiska dystinum", har fáir málmøguleikar vóru, kom í 86. minutti. Tá skoraði innskifti Gabriel Martinelli heldur heppið.

Stórur fagnaður á Emirates, nú Arteta og hansara menn endliga koppaðu Pep og City og samstundis yvirhálaði meistararnar. Arsenal er nú á 20 stigum fyri átta dystir. Annað Premier League-tapið á rað hjá City, ið saknar Rodri og Kevin De Bruyne.

Hinir tríggir dystirnir í dag, har fimm topp-átta lið spældu, endaðu við javnleiki. Liverpool kom afturum í undirhaldandi dystinum í Brighton, vendi tí áðrenn steðgin, men dekkaði ikki nóg væl upp í sambandi við fríspark í 78. minutti. Harvið hevur Liverpool nú trý stig upp til tvey ovastu liðini.

Tey liðini eru bæði úr Norðurlondon. Eins og grannarnir í dag, vann Tottenham 1-0 í gjár. Talan var um harðvunnan sigur á lílta Kenilworth Road, har Luton stríddist ímóti. Tottenham var í undirtali allan 2. hálvleik, tí Yves Bissouma hevði fingið seinna gula kortið fyri film. Micky Van de Ven skoraði tó eftir horna eftir steðgin, og síðani hildu verjuspælararnir og liðfelagirnir fast. Tottenham er ósigrað undir Ange Postecoglou í Premier League og hevur tjúgu stig.   

Manchester United hevur havt eina marrubyrjan uppá kappingarárið, og í gjár sá tað tungt út. Eftir vánaligt verju- og málmansspæl bleiv 0-1 til Brentford, men í 87. minutti kom Scott McTominay á vøllin. Skotin skoraði tvær ferðir í yvirtíðini, og so kókaði Old Trafford.

Liðið hjá Erik ten Hag er tó langt frá oddinum. Sí alla stigatalvuna her

Øll úrslitini frá 8. umfari - og skráin - sæst her. Nú er landsliðssteðgur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder