2024-07-14 14:53
Í gjár megnaði Líggjas Joensen at vinna gull og junior-gull á donsku meistarastevnuni á langgeil 2024, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 16:14.08.
Líggjas hevur luttikið í donsku meistarastevnuni sum partur av Aalborg Svømmeklub, skrivar Svimjing.com.
Skjótasta tið hjá Líggjasi nakrantíð, er 16:13.58 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung nú fyrst í juli mánaða.
Í kappingini í gjár svam italski Marco Lafronza allarskjótast, 15:53.28, sum gestasvimjari, ið tí ikki kundi kappast um DM-gull, har reglurnar hjá dønum loyva grønlendingum og føroyingum, at luttaka eisini.
Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald