 
                
                        
Líggjas Joensen hevur gjørt tað aftur.
Ársins stjørnuskot í føroyskum ítrótti í fjør svimur til dagliga í Danmark. Í 2024 gjørdist seigi men skjóti leirvíkingurin trýfaldur danmarksmeistari í ungdómssvimjing.
Í dag hevur Líggjas Joensen svomið seg fyri løtu síðani til flott gullheiðursmerki á donsku juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2025.
Heimasíðan svimjing.com skrivar, at Líggjas eisini hevði svomið seg í finaluna í 100 metrum frí, men valdi eftir øllum at døma at melda frá har, vælsagtans til at spara seg til hesar 800 frí. Har var nevniliga ikki langt millum tær báðar kappingarnar.
Greitt á mál sum nummar eitt
Hetta sá út til at eydnast, tí 17-ára gamli var yvir trý sekund frammanfyri nummar tvey á 800 metrum
Í skjótasta riðli svam seg til tíðina 7:56.77. Mathias Hald úr Lyngby vann silvur við 7:59.91, og Carl August Scheel úr Lyngby bronsu við 8:10.27. Sí úrslitalistan her
- Tað var ein rættiliga yvirbevísandi sigur hjá Líggjasi, har hann fyrru helvtina av teimum 800 svam seg upp til at vera smá 5 sekund skjótari enn hin næstskjótasti Matthias Hald. Seinnu helvtina fór nakað av ferðini av Líggjasi, so at munurin varð góð 3 sekund millum hesar báðar, tá ið teir 800 vóru avgreiddir, skrivar svimjing.com
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/10/30/gallery-thumbnail/1761862844vf2sonc761.webp)
Ein fegin Líggjas Joensen er komin á mál
Líggjas endurvann harvið DJM í stórum stíli, og staðfesti hann við hesum sína góðu menning.
Líggjas Joensen hevur áður svomið nógv fyri Ægir.
Kelda: svimjing.com
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald