Annað

Líggjas Joensen við at vinna DM fyri lið

Sterki ungi føroyski svimjarin vann fyri Aalborg Svømmeklub á 400 metrum frí og var nummar tvey á 1.500 metrum frí.

Líggjas Joensen fegnast eftir gullið í DM fyri lið 2025 (Mynd: svimjing.com/Birita Joensen)

Líggjas Joensen fegnast eftir gullið í DM fyri lið 2025 (Mynd: svimjing.com/Birita Joensen)

2025-11-20 12:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sìðst í oktober endurvann hann danska ungdómsmeistaraheitið á 800 metrum - á stuttgeil.

Og nú hevur Líggjas Joensen aftur gjørt vart við seg fyri Aalborg Svømmeklub. Evnaríki gøtumaðurin hevur svomið fyri felagið, síðani hann flutti til Danmarkar í fjør fyri at satsa uppaftur meira fyri svimjingina.

Ársins stjørnuskot í føroyskum ítrótti fyri 2024 vann síðsta vikuskifti danska meistaraheitið fyri lið. Aalborg Svømmeklub var omaná í Kastrup eftir tætta kapping við serliga AGF.

Sum svimjing.com skrivar, hjálpti Líggjas Joensen vælsagtans til. 

Hetta serliga við at vinna á 400 metrum frí frammanfyri Oskar Lindholm úr AGF við tíðini 3.48.98.

Føroyingurin hjá felagnum úr Aalborg hevði næstskjótastu tíð á 1.500 metrum frí, og var 15:12.27 næstbesta tíðin hjá Líggjasi Joensen á teininum higartil.

[object Object]
Líggjas Joensen gjørdi sítt til at hansara felag aftur vann DM fyri lið 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder