Annað

Líggjas og Janus golfmeistarar

Felagsmeistarakapping var um vikuskiftið fyri seniorar og veteranar.

Líggjas Jógvansson, t.v., og Janus Norðberg (Mynd: Tórshavnar golffelag)

Líggjas Jógvansson, t.v., og Janus Norðberg (Mynd: Tórshavnar golffelag)

2024-08-26 20:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast ongin føroyameistarakapping verður hildin í golfi, so kunnu Líggjas Jógvansson og Janus Norðberg gott kalla seg føroyameistarar fyri ávikavist seniorar og veteranar. Tí um vikuskiftið vunnu teir einastu meistarakappingina, ið verður hildin í Føroyum, felagsmeistarakappingina hjá Tórshavnar Golffelag.

Seniorarnir spældu tvær ferðir 18 hol, meðan veteranarnir spældu tvær ferðir 9 hol á golfbreytini á Glyvursnesi.

Líggjas vann kappingina fyri seniorar. Hann brúkti 169 sløg tilsamans. Palli Henriksen brúkti 185 sløg og Óskar Eiríksson 186.

Janus Norðberg vann við 92 sløgum, næstir honum vóru Símun Mittún og Kaj Antoniussen við 122 sløgum. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder