Annað

Líggjas sett fleiri met

Líggjas Joensen úr Ægir betraði m.a. í gjár føroyska juniormetið í 200 metra frísvimjing á langgeil í A-finaluni í Danish Open 2026 - sum hann vann.

(Savnsmynd: Honest Media / Svimjisamband Føroya)

(Savnsmynd: Honest Media / Svimjisamband Føroya)

2026-04-18 11:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Líggjas Joensen úr Ægir betraði í gjár føroyska juniormetið í 200 metra frísvimjing á langgeil.

Tað gjørdi hann, tá hann í A-finaluni á Danish Open 2026 vann gull við tíðini 1:49.31, har metið hjá honum frá fríggjamorgunin var 1:49.83, skrivar svimjing.com.

Hósdagin setti Líggjas nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann svam seg til úrslitið 8:09.08, sum eisini rakk til silvurheiðursmerki.

Í morgun var 100 metrar frí á skránni, har Líggjas eisini setti føroyskt met og juniormet við tíðini 51.68. Hann átti sjálvur metini á 51.77 frá Vest Junior/Senior Langbane í mars mánaða.

Líggjas Joensen býr og svimur til dagliga í Danmark.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder