Í gjárkvøldið gjørdist greitt, at Niðurlond og Argentina, ið sum væntað vunnu á ávikavist USA og Avstralia, skulu hittast í einari fjórðingsfinalu í Katar.
Talan er um ein sera áhugaverdan dyst á pappírinum, men tað kann gerast ein uppaftur størri fjórðingsfinala, um dagsins favorittar vinna.
Frakland skal halda serliga Lewandowski burtur. Pólland skal hinvegin royna at koma millum tey síðstu átta í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð í 40 ár.
Ongland hevur eina á pappírinum meira lumpisliga uppgávu. Senegal er gamaní uttan skadda Sadio Mané, men hevur eitt væl samamsett lið, ið skal royna at koppa maskinuni hjá Southgate í kvøld.
Frakland vann HM fyri fýra árum síðani. Ongland kom í hálvfinaluna. Nógv bendir á, at hesar stóru fótbóltstjóðirnar í næstu viku skulu stríðast um eitt pláss í hálvfinaluni í HM 2022. Men hetta endaspælið hevur júst víst, at nógv ikki gongur sum væntað, og at tað ikki bara gongur sum smurt hjá stórum evropeiskum fótbóltstjóðum.
HM-áttandapartsfinalur
Í dag, sunnudag 4. desember
15.00: Frakland - Pólland
19.00: Ongland - Senegal
Í gjár, leygardag 4. desember
Niðurlond - USA 3-1
Argentina - Avstralia 2-1
Les eisini: Dumfries og Niðurlond víðari til fjórðingsfinalurnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald