Leygardagin eru Faxe Kondi finalurnar hjá kvinnum og monnum á skránni. Kvinnurnar spæla fyrst, og tað eru Kyndil og VÍF, sum bresta saman. Ein av profilunum hjá VÍF, Liljan Djurhuus, sigur at tær í Vestmanna síggja fram ímóti einum spennandi dysti, har verjuparturin kann fáa nógv at siga:
- Vit fyrireika okkum soleiðis sum vit plaga; vit hava hvørki vant meira ella minni. Men vit venja fram ímóti dystinum leygardagin, og tað eru sjálvandi ymisk ting, sum skulu justerast og diskuterast. Vit vænta ein spennandi dyst. Kyndil er eitt gott lið, sum hevur fingið sera góð úrslit í seinastuni, so tað verður als ikki nøkur løtt uppgáva. Vit vænta ein sera javnan, har verjan og málverji, hjá báðum liðum, helst koma at vera sera avgerðandi.
VÍF vann greipuna í fjørð, og í báðum finalunum var Kyndil liðið, ið VÍF basti. Vestmannakvinnur hava eisini havt takið á Kyndil í SMS-deildini í ár, har tær í gulum og bláum eru oddalið. Men hetta hevur ikki nógv at siga sambært Liljuni, ið nevnir nøkrum av tingunum, ið skulu ti fyri at koppa teimum grønu aftur:
- Haldi ikki at vit kunnu taka støðið í tí, sum er farið. Liðini hava ikki somu manning sum í fjørð, og so hevur Kyndil eisini fingið fleiri leikarar í hópin í seinastuni, so tað er torført at meta um. Vit skulu vera klárar frá fyrsta bríksli, hava góða verju, steðga teirra skjótálopum og verða neyvar í okkara skotum.
Tá VÍF vunnu steypafinaluna í fjør, var tað fyri fyrstu ferð í 16 ár, at kvinnurnar hjá VÍF tóku steypið heim. Fyri Liljuna Djurhuus og hinar á liðnum er hetta eyka motivatión til at endurtaka bragdið:
- Sjálvandi gevur tað nakað. Tann kenslan kann ikki lýsast við orðum. Vit hava verið við í nógv ár, og endliga fall tað í okkara lut at fáa steypið heim til Vestmannar. Tað er ein fantastisk kensla í sær sjálvum at kunna geva felagnum nakað aftur, fyri alt tað arbeiðið tey gera fyri okkara bygd.
Steypafinalan er ein ógvuliga stórur dystur, og royndi bakspælarin hjá VÍF lýsir hvat er serligt við steypafinalum:
- Steypafinalur eru ikki sum vanligir dystir. Fyrst og fremst, so er Høllin á Hálsi ikki at kenna aftur við tí eyðkenda gula gólvinum. Miðlar varpa dystin út, og tað er bara generelt nógv fokus á steypafinaluni. Sjálvandi hevur úrsliti nógv at siga, hvussu dagurin blívur. Men hóast alt, so er dagurin nakað heilt serligt. Nógv er uppá spæl, og nervar og spenningur seta ofta dám á fyrstu 10 minuttirnar av dystinum. Tað verður lagt nógv fyri at vinna dystin, ofta blíva ikki nógv mál skotin, tí at fokus fyrst og fremst er á verju. Tað heilt serliga við dystinum er, at bæði liðini hava uppiborið at spæla finaluna, tá vegurin hevur verið langur. Og vinnarin er tann sum rakar dagin.
Liljan Djurhuus og VÍF skulu royna at raka dagin ímóti Kyndli leygardagin. Fyrsta bríksl í høllini á Hálsi er klokkan 13.30.
Les eisini: Turið Arge: Hesin møguleikin skal ikki fara framvið
Fótbóltur
Liljan Djurhuus: Verjuparturin verður sera týdningarmikil
Í Vestmanna eru Liljan og hinar uppsettar uppá at taka gullið annað árið á rað og geva felagnum nakað aftur á serliga steypadegnum.
Liljan Djurhuus (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
2019-02-21 07:26
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald