Hondbóltur

Turið Arge: Hesin møguleikin skal ikki fara framvið

Vongleikarin hjá Kyndli væntar eina tætta finalu ímóti sterka VÍF-liðnum, ið Kyndil hesaferð vil basa. Turið sær fram til stóra finaludagin.

Turið Arge Samuelsen, her í dysti móti H71. Hon og liðfelagirnir í grønum spæla leygardagin steypafinalu móti VÍF
(Mynd: Sverri Egholm)

Turið Arge Samuelsen, her í dysti móti H71. Hon og liðfelagirnir í grønum spæla leygardagin steypafinalu móti VÍF (Mynd: Sverri Egholm)

2019-02-20 20:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin eru Faxe Kondi finalurnar hjá kvinnum og monnum á skránni. Kvinnurnar leggja fyri, og tað eru Kyndil og VÍF, sum bresta saman. 

Vinstri vongurin hjá Kyndli, Turið Arge Samuelsen, sigur, at tær vænta, at talan kanska ikki verður ein flottan dyst, men heldur um eina "typiska finalu": 

- Vit fyrireika okkum sum vanligt. Vit hava taktiskar venjingar, men vit gera ikki meira burturúr enn vanligt, hóast hetta er ein stórur dystir. Vit vænta ein tættan dyst; kanska ikki so flott hondbóltsspæl, men spennandi, soleiðis sum ein finala eigur at verða.

Tað er ein endurtøka av finaluni í fjør, har VÍF vann 23-19. Vestmannakvinnur vunnu eisini í FM-finaluni ímillum liðini í fjør. Tà liðini hittust í Vestmanna, beint áðrenn steypakappingin byrjaði, avgjørdi VÍF dystin í seinastu sekundunum. Í Kyndli vilja tær ikki tapa meira ímóti VÍF; hetta er motovatión, sigur Turið, ið tó viðgongur, at talan er um ógvuliga sterka mótstøðu: 

- Søgan millum okkum og VÍF er long eftirhondini. Sjálvandi eru vit troyttar av at tapa gullið og missa stig í síðstu løtu, tað skuldi verið motivatión í sær sjálvum. Vit fáa enn ein møguleika í ár, og hann skal ikki fara framvið. Tá tað so er sagt, so er VÍF-liðið sera væl fyri, so tað er trupult at koppa teimum, men ikki ómøguligt.

Turið Arge kom aftur til barndómsfelagið fyri jól eftir nakrar mánaðir í Íslandi. Hon hevur spælt fýra steypafinalur fyri tær grønu úr Havn og vunnið tvær. Fyri hana er steypafinalan nakað heilt serligt, og hetta er enn eitt stórt vikuskifti hjá Kyndil: 

- Tað er ein stórur dagur - eg elski steypafinaluvikuskiftið. Tað er ógvuliga væl skipað, gula gólvið er lagt, fólk koma allastaðni frá at hyggja og so er stemningurin fantastiskur. Tað ger tað ikki verri, at bæði menn og kvinnur hjá Kyndli spæla finaluna annað árið á rað - tá er høllin eyka grøn, og tað frøðir grøna hjartað hjá mær

Júst tað at tað er ein finala spælir eisini inn: 

Tað serstaka við dystinum er, at tú hevur bara ein kjans; antin er tað silvur ella gull, so har stendur nógv uppá spæl - tað dámar mær væl

Finalan millum Kyndil og VÍF verður bríkslað í gongd klokkan 13.30 leygardagin í Stórhøllini á Hálsi. Í morginárini ber til at lesa um, hvussu Liljan Djurhuus hjá VÍF sær uppá finaluna.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder