Hondbóltur

Litava á odda 18-12 í hálvleikinum

Føroyar hava brent ov nógvar málmøguleikar í fyrra hálvleiki.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-10 16:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Litava hava havt munin í hondbóltsdystinum í Luksemburg millum Litava og Føroyar.

Litavar eru nakað væl betri fyri kropsliga, bæði hægri og tyngri, og tað hevur merkt føroyska spælið nakað. Føroyska liðið tykist nakað fjáltursstungið í løtum, og teir hava brent bæði brotskast og fleiri fríkjansir.

Eisini er føroyska liðið rakt av fleiri útvísingum, enn litavar.

Eitt tekin um, at litavar halda seg hava tamarhald á dystinum kann eisini vera, at stórspælarin, Malasinskas, sum byrjaði inni, hevur sitið á beinkinum og hvílt seg stóran part av hálvleikinum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder