Hann kom afturum í finaluni við tí, sum var bert fjórða sett-tap hansara samanlagt í heimsmeistarakappingini. Men síðani kom Luke Littler veruliga í gongd og vant burturúr mótstøðu sínari í London; eins og 18-ára gamli onglendingurin gjørdi í hálvfinaluni gjár.
23-ára gamli Gian van Veen varð í kvøld triði niðurlendingur, sum spældi eina PDC World Championship-finalu. Dámligi maðurin úr Niðurlondum hevur spælt ógvuliga væl hesar dagarnar í Alexandra Palace, men evropameistarin fekk ikki forða fyri, at Luke Littler annað árið á rað vann HM-finaluna greitt.
Í finaluni er tað fyrst upp í sjey sett. Í triðja setti avgjørdi Littler við sonevndum "Big Fish", har hann "lukkaði" við hægst møguliga talinum (170).
2-1 og síðani var tað bara ein vegur, hóast Gian van Veen royndi at hanga í. Littler hevði væl hægri miðaltal (106.02 móti 99.94), avgjørdi betri og vann sjey sett á rað.
Luke Littler - Gian van Veen 7-1
Størsti finalusigur síðani 2009 - tá var tað eisini ein onglendingur móti einum niðurlendingi: Phil Taylor móti Raymond van Barneveld.
Finalan í kvøld var tann greitt yngsta higartil í 30-ára søguni hjá PDC World Championship. Spælararnir eru beint yvir 40-ára gamlir samanlagt.
Maðurin, sum skjótt verður 19-ára gamal, hevur nú verið við til PDC World Championship tríggjar ferðir, og hevur hann bert tapt ein dyst á stóra pallinum í "Ally Pally": Finaluna tað fyrsta árið.
Luke Littler er nú tvífaldur heimsmeistari og 8,5 milliónir krónur (eina millión pund) ríkari. Hann varð rørdur eftir finalusigurin og kundi lyfta stóra steypið: Sum prógv um at hann aftur var tann stinnasti í størstu dart-kappingini og greitt tann besti í heiminum í løtuni.
![]()
Littler eftir 2. plássið í 2024 - sum sjálvandi var stórt fyri tá bert 16-ára gamla mannin. Hetta er framvegis einasta tap hansara í PDC World Championships: Nú hevur bert 18-ára gamli maðurin endurvunnið í stórum stíli (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald