Hondbóltur

Lív skal aftur spæla í bestu donsku deildini

22-ára gamla vestmannakvinnan skiftir til uppflytaran EH Aalborg. Har verður Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen liðfelagi við Anniku Fríðheim Petersen.

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spælir á høgra vongi á landsliðnum, men í Aalborg verður tað sum høgri bakkur og møguliga serliga í verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen spælir á høgra vongi á landsliðnum, men í Aalborg verður tað sum høgri bakkur og møguliga serliga í verjuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-21 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sjey. Hetta verður talið av føroyskum landsliðsspælarum í bestu donsku kvinnudeildini næsta ár:

Rakul Wardum (Ringkøbing), Súna Krossteig Hansen (Skanderborg), Jana Mittún (Viborg), Pernille Brandenborg (København Håndbold), Maria Pálsdóttir Nólsoy (Horsens), Annika Fríðheim Petersen og Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen (EH Aalborg)

Deildin er styrkismett í topp-fimm í Evropa, og tískil kan hetta verða ógvuliga gott fyri menningina av føroyska landsliðnum. Í november skulu Føroyar til sítt fyrsta endaspæl á kvinnusíðuni (EM í Sveis)

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen skifti sum ung til hondbóltsskúlan í Ikast. Hon fekk nakrar royndir í vaksnamannahondbólti har, áðrenn leiðin eitt stutt skifti gekk til StÍF (FM í 2021) og síðani til Ajax í Keypmannahavn. Í fjør spældi Lív við TMS Ringsted í næstbestu donsku deildini - nú tekur 22-ára gamla vestmannakvinnan fetið upp aftur. 

[object Object]
Hon er uppvaksin í VÍF, men í Føroyum hevur Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen bert spælt við StÍF í vaksnamannahondbólti. Hetta var í nakrar mánaðir, meðan koronustøðan órógvaði meira í Danmark. Lív og StÍF vunnu FM (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri einari viku síðani varð kunngjørt, at málverjin Annika Fríðheim Petersen skal spæla við EH Aalborg eftir summarsteðgin. Nú er greitt, at Lív Poulsen eisini skiftir til uppflytaran og harvið verður liðfelagið við Anniku.

- Eg valdi EH Aalborg, tí eg beinanvegin fekk eina góða mynd av venjarunum og øllum rundanum. Eg fái við hesum spenanndi avbjóðingar í bestu deildini og møguleika at byggja víðari á mítt spæl - í álopi og í verju. Venjingarmentanin hóskar eisini ógvuliga væl til mín, og tað er eisini góð fyririeking til eitt møguligt endaspæl hjá mær í desember.

Soleiðis sigur Lív við síðu felagsins. Venjarin, Peter Jagd, fegnast serliga um verjukendu dygdirnar.

- Fyrst og fremst hevur Lív ógvuliga spennandi verjukendar styrkir, sum vit kunnunýta. Harafturat hjálpir tað nógv, at fáa ein lám afturat  Onnu Bang í bakketuni. Á hendan hátt noyðast vit ikki at broyta álopsspælið ov nógv, tá vit skifta út. Við góða gjøgnumbrotsspælinum og verjuspælinum hjá Lív, koma tær at verða eitt super toymi á høgra bakki.

Lív spælir vanliga á høgra vongi á landsliðnum, men ætlanin er, at 22-ára gamli spælarin verður á høgra bakki í Aalborg.

[object Object]
Lív S. Poulsen sigur millum annað, at skiftið kann fáa hana at flyta seg rætta vegin (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder