Fótbóltur

Liverpool bjargaði sær eitt stig á Old Trafford

United steðgaði sigursrøðini hjá arvafíggindanum og oddaliðnum, ið tó javnaði til 1-1 fimm minuttir fyri tíð, og sum framvegis er ósigrað.

Adam Lallana tryggjaði Liverpool eitt stig á Old Trafford (Mynd: EPA)

Adam Lallana tryggjaði Liverpool eitt stig á Old Trafford (Mynd: EPA)

2019-10-20 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur varð leiktur í Premier League í dag. Talan var um oddaliðið, ið vitjaði hjá liði sum stríðist fyri at koma burtur frá niðurflytingarstrikuni. Tað var ikki tann stórdysturin, sum tað mangan hevur verið, tá Manchester United og Liverpool hittast, men United megnaði at veita Liverpool dygga mótstøðu. 

Tað leikaði rímiliga javnt á í 1. hálvleiki, har tað vóru fáir málmøguleikar. United hevði fleiri støður enn liðið hjá Klopp, ið var uttan Mohammed Salah, og tíggju minuttir fyri hálvlok varð 1-0. Lindelof vann bóltin á egnari hálvu, og so gekk skjótt. Daniel James setti ferð á og legði væl innfyri til Marcus Rashford, ið flutti seg væl inni í brotsteignum og setti fótin á. Ivasamt var tó, um fríspark skuldi verið dømt til Origi í nærdystinum við svenska verjuleikaran hjá United, men eftir at støðan fór ígjøgnum VAR stóð málið. Lítla løtu fekk Liverpool eitt mál kølldomt, tí mett varð, at Saido Mané hevði hondina á bóltinum. 

Liverpool royndi allan 2. hálvleik at javna og setti seg meira og meira á dystin. Tað gekk heldur striltið at skapa vandamiklar støður, men fimm minuttir fyri leiklok helt tað ikki meira hjá United, ið stríddist hart ímóti. Eitt innlegg úr vinstru sá ikki vandamikið út, men bólturin rullaði heilt til aftaru stong, har innskifti Lallana var til reiðar. Oddaliðið trýst fyri at fáa sigursmálið, men arvafíggindarnir deildu stigini.

Stigið hjá United gav ikki nógv á stigatalvuni. Liðið hjá Solskjær hevur havt greitt vánaligastu byrjanini uppá Premier League nakrantíð, og er nummar 13 við 9 stigum. Liverpool er greitt oddalið við 25 stigum fyri 9 dystir – hetta var fyrstu ferð í ár, at liðið ikki fekk fult.

Premier League 9. umfar
Sunnudagin 20. Oktober
Manchester United – Liverpool 1-1 (1-0)
36' Marcus Rashford 1-0
85' Adam Lallana 1-1



Úrslitini í gjár - Leygardagur 19. oktober

Everton – West Ham 2-0
Aston Villa – Brighton 2-1
Bournmouth – Norwich 0-0
Chelsea – Newcastle 1-0
Leicester – Burnley 2-1
Tottenham – Watford 1-1
Wolves – Southampton 1-1
Crystal Palace –Manchester City 0-2

Mánadagin 21. Oktober

Sheffield United – Arsenal   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder