Fótbóltur

Liverpool eyðmýkti United - er nú oddalið

Tvey mál í hvørjum hálvleiki á Anfield í gjárkvøldið og ongantíð veruligur spenningur um útfallið.

Tvey mál frá Salah, 9-0 samanlagt millum Liverpool og United í ár, og Liverpool liggur væl fyri, meðan tað verður trupult hjá United at røkka Champions League-plássi

Tvey mál frá Salah, 9-0 samanlagt millum Liverpool og United í ár, og Liverpool liggur væl fyri, meðan tað verður trupult hjá United at røkka Champions League-plássi

2022-04-20 07:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liverpool hevur ikki tapt nakran dyst í Premier League í 2022, og eftir dystin í gjárkvøldið er liðið hjá Klopp nú oddalið. Arvafíggindin Manchester United gjørdi so at siga onga mótstøðu á Anfield, har tað fyriuttan eyðmýkingina er virðingin, ið heima- og útiáskoðarnir saman vístu Cristiano Ronaldo, tá sjey minuttir vóru leiktir, sum helst fer at standa sterkast í minninum hjá United-fjepparum

Nummar sjey hjá Manchester United var ikki við, tí at hann og unnusta sín á páskum mistu sín son, ið var deyðføddur. Navnið hjá Ronaldo og "You'll Never Walk Alone" rungaðu á Anfield, eins og lógvabrestur, og talan var eina vakra løtu. 

Tá var longu 1-0 til Liverpool, og tað var eyðsýndi Luis Diaz, sum eftir fimm minuttir setti seinasta fótin á eitt gott álop, men har United við sínari fimm-mans verju gav alt ov nógv pláss til Diaz, Salah og hinar. Júst Salah hevur verið ein skuggi av sær sjálvum í seinastuni, hóast góðu ursltiini hjá Liverpool, men miðskeiðis í hálvleikinum fann Sadio Mané hann við framúr alvering, egyptin var kaldur, og so var 2-0.

Manchester United hevði einki at bjóða uppá fyri steðgin, men kom eftir útskifting og við nýggjari leikskipan betri í gongd í 2. hálvleiki, men fyriuttan nakrar áhugaverdar støður kom sigurin hjá Liverpool als ikki í vanda, og við sínari fyrstu veruligu málroynd í seinna hálvleiki, ið kom eftir mistak í United-uppspælinum, økti Liverpoo til 3-0. Hesaferð var tað Mané, og fimm minuttir fyri leiklok setti Salah punktum.

9-0 samanlagt millum Liverpool og United í ár, og Klopp og hansara menn liggja væl fyri til at vinna trý steyp afturat í ár. Í Premier League er tó tørvur á hjálp frá øðrum, tí hóast Liverpool er tvey stig frammanfyri Manchester City, so hava menninir hjá Pep Guardiola leikt ein dyst færri. City tekur ímóti Brighton í kvøld og hevur sjey dystir eftir at leika. 

Fyribils United-venjarin Ralf Ragnick skal vera ráðgevi o.a eftir summarferiuna, og hann staðfesti eftir stórtapið í gjár, at nógvar broytingar verða. Tað er næstan greitt, at Erik ten Haag, núverandi Ajax-venjarin, fer at taka yvir á Old Trafford. Í løtuni eru trý stig upp til Champions League-pláss hjá United, og Tottenham og Arsenal hava betri málúrttøku og hava spælt færri dystir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder