Ein Liverpool fjeppari hevur fingið forboð fyri at síggja dystir hjá Liverpool í trý ár, eftir at hann skumpaði ein mann í eitt springvatn í Barcelona.
57 ára gamli Anthony Mullen var í Barcelona í samband við at Liverpool spældi fyrra hálvfinaludystin móti Barcelona. Hendingin var tikin upp á sjónbandi.
Eitt annað sjónband er eisini av Mullen, har hann hálar buksurnar niður hjá einum vaktarmanni á Anfield í samband við ein Premier League dyst. Hetta var eisini við til at geva forboðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald