Fótbóltur

Liverpool hevur nú vunnið á øllum 19 liðunum - er farið framvið Chelsea-liðnum hjá Mourinho

Oddaliðið vann 2-0 á West Ham í útsetta dystinum í gjárkvøldið, og er nú 19 stig á odda og ósigrað í 41 dystum í Premier League. West Ham var tað einasta liðið, ið Liverpool manglaði at vinna á í hesum kappingarárinum.

Mohammed Salah skoraði og legði upp í London í gjárkvøldið. Hann hevur verið við í frálíku røðini hjá Liverpool seinastu langu tíðina (Mynd: EPA)

Mohammed Salah skoraði og legði upp í London í gjárkvøldið. Hann hevur verið við í frálíku røðini hjá Liverpool seinastu langu tíðina (Mynd: EPA)

2020-01-30 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðið hjá Jurgen Klopp er ikki bert á veg ímóti einum heilt suverunum meistaraheiti - Liverpool er eisini við at taka fleiri av teimum heilt flottu metunum í enskum fótbólti.

Í 2003-2004 vann Arsenal Premier League trygt uttan at tapa, og teir fyrstu 12 dystirnir í 2004-2005 endaðu eisini uttan ósigur til liðið hjá Arsene Wenger, sum í 2004 fekk heitið "The Invincibles". Seint í oktober 2004 syrgdi fíggindarnir úr Manchester United fyri, at røðin endaði á 49 dystum.

Eitt ár seinni kom Chelsea-liðið hjá Mourinho til Old Trafford eftir 40 dystir upp í slag uttan ósigur. Darren Fletcher syrgdi fyri, at tann røðin endaði.

Liverpool kom í gjár frammum Chelsea, sum frá 2004 til 2006 var so krútsterkt sterkt undir leiðslu av portugisiska venjaranum. Nú er tað ein týskur venjari, ið er við til at føra sítt lið til nýggjar hæddir, og 2-0 sigurin á West Ham var dystur nummar 41 á rað uttan ósigur í Premier League. Tann seinasti kom júst ímóti City, á Etihad leikvøllinum 3. januar 2019 (2-1) Í skrivandi stund er Manchester City 19 stigt frá Liverpool. 

[object Object]
Klopp hevur kollvelt Liverpool, ið er á veg at røkka nýggjum hæddum og at seta yvirleggjaran hægri fyri komandi Premier League-lið (Mynd: EPA)

Liverpool er á beinari kós ímóti at taka metið hjá júst Manchester City fyri stig. Tað setti liðið hjá Guardiola í 2017/2018 við 100 stigum. Nú 14 umfør eru eftir at leika, hevur Liverpool 70 stig (útav 72 møguligum) og kann harvið røkka 112 stigum. 

Um hugt verður eftir næstu níggju dystunum, ið Liverpool ikki skal tapa fyri at taka metið fyri flest dystir uttan ósigur á rað, so er Everton - Liverpool nummar 47 í røðini og dystur nummar 49 er í Manchester móti City. Vikuna eftir tað vitjar Aston Villa. Metið fyri stig kann verða sett seint í april.

Premier League 18.umfar 
29.01.2020 - útsettur dystur frá 21. desember
West Ham - Liverpool 0-2 (0-1)
35' Mohammed Salah (br.) 0-1
52' Alex Oxlade-Chamberlain


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder